Posta bjóðar seg nú fram til at krevja skuld inn fyri Kringvarpið og aðrar almennar stovnar.
Í fyrstu syftu bjóðar Posta seg nú fram at standa fyri innkrevjingini av kringvarpsgjaldinum, men annars umfatar tilboðið allar almennar stovnar.
Hetta ger Posta, nú tað fleiri ferðir hevur verið ført fram, hvussu torført og orkukrevjandi tað er at fáa kringvarpsgjaldið inn.
Í hesum sambandi hevur Posta nú vent sær til politiska myndugleikan og bjóða seg fram at krevja inn skuld, sum Kringvarpið, og aðrir almennir stovnar, hava hjá fólki og fyritøkum.
- Posta hevur eina góða addressuskrá og kann tí tryggja at rokningar eins og rykkjarar koma fram til rætta viðkomandi, sigur Tummas Nielsen, fíggjarstjóri í Posta.
- At krevja pengar inn, krevur bæði áhaldni og ágrýtni, umframt sjálvandi, at rætta fólki er á uppgávuni, leggur Posta afturat.
- Samstundis er tað neyðugt at hava eina góða skuldaraskrá og góða stýring.
Hvat Kringvarpinum viðvíkur, kann Posta átaka sær hesa uppgávuna við at fáa fulla atgongd til skuldaraskránna hjá Kringvarpinum.
Kringvarpið fakturerar hyggjara- og lurtaragjaldið tvær ferðir um árið og Posta bjóðar sær nú til at at bóka øll inngjøld til Kringvarpið dagliga.
Posta bjóðar sær eisini til at senda senda rykkjara eftir kringvarpsgjøldum tá tey eru fallin til gjaldingar og at senda 2. og 3. rykkjara eftir ógoldnum kringvarpsgjøldum, eftir nærri avtalu við KVF.
- Verður tað framvegis ikki goldið bjóðar Posta sær til at senda skuldina til innheintingar.
- Á henda hátt eigur parturin av ógoldnari skuld at verði sera lítil, sigur Posta.
- Posta hevur alt Føroya fólk sum viðskiftafólk, og hevur starvsfólk sum dagliga tosar við viðskiftafólkini, og uppgávan at krevja kringvarpsgjaldið inn, kundi verið ein náttúruligur partur av okkara virksemi, heldur Posta.