Bjóðar føroyingum milliónir fyri ikki at drepa grind

Sea Shepherd bjóðar føroysku stjórnini fíggjarligan stuðul, um vit gevast at drepa grind.

Robert Read, leiðarin í Sea Shepherd UK, roynir nú eitt nýtt átak fyri at fáa føroyingar at gevast at drepa grind.

 

Hann boðaði í gjár frá, at hann nú hevur bjóðað føroysku stjórnini 7,5 milliónir krónur, um vit vilja gevast at drepa grind.

 

Sambært leiðaranum í Sea Shepherd UK skulu pengarnir rindast í 10 útgjaldum, einum um árið upp á 750.000 krónur. Fyrsta útgjaldið verður 1. januar 2020, skrivar hann.

 

Pengarnir koma tó ikki uttan krøv. Fyrst og fremst mugu føroyingar gevast at drepa grind, men síðani eru eisini ymisk krøv um, hvat pengarnir skulu brúkast til.

1. At fremja øko-vinarliga ferðavinnu í Føroyum.

2. At seta á stovn hvalaskoðanar- ella delfinskoðanarfyritøkur í smáu samfeløgunum í Føroyum.

3. At geva føroyskum børnum læribøkur og undirvísing um havverju.

4. At veita føroyingum undirvísing í at bjarga strandaðum hvalum.

 

Um tað skuldi víst seg, at føroyingar kortini við vilja drepa grind ella springarar, fella útgjaldini burtur, boðar felagsskapurin frá.