Bjóðar Sunda kommunu samstarv um bygging av læknamiðstøð

- Í dag hevur læknin viðtalu á Eiði nakrar dagar í vikuni og nakrar aðrar dagar á Oyrarbakka, og eg haldi ikki, at umstøðurnar eru nøktandi, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri á Eiði, sum óttast tann dag, tá ið eingin lækni longur tímir at arbeiða í Eiðis læknadømi

Læknamiðstøð

Eiðis bygdaráð hevur á fundi einmælt samtykt at bjóða Sunda kommunu samstarv um bygging av eini læknamiðstøð í Eiðis kommunu.
Kommunurnar eru báðar partur av Eiðis læknadømi og samstarva frammanundan um eitt nú felagsskúlan á Oyrarbakka.
Aftur ígjøgnum tíðirnar hevur læknin í læknadøminum búð á Eiði, og tí heldur Eiðis kommuna, at tað er rímiligt, at læknamiðstøðin verður bygd í kommununi.
Tvey læknastørv eru normerað í læknadøminum, men bara ein lækni er í økinum. Tað er Magnus á Stongunum, sum plagar at hava ein dana at avloysa seg, tá ið hann ikki er til arbeiðis.
Søkt hevur verið eftir einum lækna aftrat, men líkt er til, at tað er miðstaðarøkið, sum dregur meira enn útjaðarin, og tí er hetta normeraða starvið ikki sett enn.

Skriv er sent
Tordur J. Niclasen, borgarstjóri á Eiði, heldur, at tað hevði gjørt læknadømið meira attraktivt, um læknamiðstøð varð bygd til endamálið.
- Í dag hevur læknin viðtalu á Eiði nakrar dagar í vikuni og nakrar aðrar dagar á Oyrarbakka, og eg haldi ikki, at umstøðurnar eru nøktandi.
Hann sigur, at Eiðis kommuna hevur sent Sunda kommunu skriv, har lagt verður upp til samstarv um bygging av læknamiðstøð.
- Í skrivinum læsa vit okkum ikki fast í, hvussu nógvar fermetrar læknamiðstøðin verður, ei heldur hvørjar aktivitetir vit kundu hugsað okkum aftrat læknaviðtaluni, og vit taka heldur ikki støðu til, hvussu kostnaðarmikil ein tílík verkætlan skal verða.
Tordur sigur, at Eiðis kommuna er fegin um, at kommunurnar kunnu samstarv, og nú felagsskúlin liggur á Oyrarbakka, heldur hann tað vera rímiligt, at læknamiðstøðin verður løgd í Eiðis kommunu.
- Vit vildu tískil helst, at miðstøðin verður bygd á Eiði. Tað hevði verið nummar eitt, halda vit.

Við Svínáir
Men Eiðis kommuna læsir seg kortini ikki fasta í, at læknamiðstøðin neyðturviliga skal byggjast á Eiði.
- Vit vilja strekkja okkum um neyðugt fyri at fáa í lag samstarv um læknamiðstøðina við Sunda kommunu.
Tordur sigur, at Eiðis kommuna í brævinum til Sunda kommunu vísir á, at miðstøðin eisini kann byggjast við Svínáir, sum eisini er partur av Eiðis kommunu.
Men síðan skilst á borgarstjóranum á Eiði, at einmælta samtyktin, sum bygdaráðið gjørdi á fundinum, 24. oktober, ikki røkkur longur.
Tordur sigur, at Eiðis kommuna kann útvega økið til læknamiðstøðina bæði á Eiði og við Svínáir, um tað skal verða, og tí vónar bygdaráðið á Eiði, at Sunda kommuna vil taka undir við ætlanini um felagsbygging.
- Vit hava tikið støðu í kommununi til at byggja eina læknamiðstøð. Vit óttast tann dag, tá ið vit kanska liggja í læknaloysi, tí eingin lækni tímir at seta seg niður her norðuri vegna vánaligu umstøðurnar í mun til, hvat miðstaðarøkið kann bjóða, sigur hann.

Innan tvey ár
Hann sigur, at Eiðis kommuna tí ynskir, at ein læknamiðstøð verður bygd í nærmastu framtíð og helst innan eini tvey ár.
- Vit ivast onga løtu í, at tað hevði stimbrað undir hugin hjá læknum at søkt starv her norðuri, um umstøðurnar vóru góðar. Í eini tílíkari miðstøð kundu vit eisini havt ymisk heilsufremjandi tiltøk, men hetta verður so ein samráðingarspurningur millum kommunurnar báðar at taka støðu til, um avtalan um byggingina annars kemur upp á pláss, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu, Tordur J. Niclasen.