Frælsur ítróttur
Tað vóru stak vánalig rennilíkindir tá Treysti skipaði fyri 4. umfari av VetrarKappingini 2007/2008. Hesa ferð varð runnið í Hvannasundi. Tað var nógvur vindur sunnaneftir og nógv regn. Tað var tó minni vindur enn tað var á »Stovugólvinum« fyri fjúrtan døgum síðani. Nógvi vindurin hevði við sær, at tað var sera høg flóð og onkunstaðni eftir Fjøruvegnum fløddi yvir vegin og so mátti vassast nøkur fet.
Tey vaksnu runnu 10 km og børnini 4 km á einum góðum rundteini á 1.030 metrar. Málið var við Gamla Skúla, har eisini var møguleiki at skifta. Hóast baldrut veður, so komu allir luttakarar á mál í øllum góðum, við minnum um ein rennitúr sum seint verður gloymdur.
Úrslitið bleiv at hjá gentunum gjørdist Rebekka Fuglø úr Treystinum vinnari við 18,03 min. frammanfyri Moniku Biskopstø úr Treystinum og Bjørk Reynagarð Svabo úr Frælsinum. Hjá dreingjunum gjørdist Regin Joensen úr Bragdinum vinnari við tíðini 17,51 min. frammanfyri Johannes Kristensen úr Bragdinum og John Viljam Johannesen úr Treystinum.
Hjá kvinnunum gjørdist nýkosni DM-vinnarin Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum vinnari við tíðini 42,49 min. frammanfyri Fríðunn Steinberg (52,00) og Karin K. Petersen (54,26) úr Treystinum. Bjørk gjørdist samstundis vinnari hjá kvinnuunglingum.
Hjá monnunum gjørdist Guttorm Sørensen úr Treystinum vinnari við tíðini 38,26 min. frammanfyri Borgar Biskopstø (39,34)úr Treystinum, Andrias Hansen (40,16) úr Bragdinum og Jan Elmar Sørensen (40,25) úr Treystinum, sum gjørdist vinnari hjá mansunglingum.
Fimta og seinasta umfar í VetrarKappingini 2007/2008 verður í Runavík leygardagin 29. mars. Tá renna tey vaksnu 10 km og børnini 5 km.