»Bjørn er ein ómentaður mentamálaráðharri...«

– Eg eri borgarligur, kon­ser­v­a­­­tiv­ur og av bygd. Og eg elski gamla før­oyska ment­an.

Nakað soleiðis segði Bjørn Kal­sø, menta­mál­a­ráð­harri í kjak­­­­i­num í Degi & Viku í gjár­­kvøld­ið, tá hann millum ann­að skuldi verja seg móti á­kærum frá Kinnu Poulsen um, at hann er ein ómentaður menta­málaráðharri.
Grundarlagið fyri kjaki­num var, at Bjørn Kalsø skýt­ur upp at skerja játt­an­ina til Ment­­an­­a­r­grunn­in við 20 pro­­sent­­um – ella 1,2 millión krón­um.
Bjørn Kalsø skyldaði upp á rað­­festingar og uppá, at ráð­­ið hjá honum skal spara 50 mill­­­i­ón­­ir upp á nøkur ár til tess at fáa javnvág aftur á fíggj­­ar­­lógina.
Sjálvandi snýr tað seg um rað­­­fest­­ing­­ar. Pol­­­i­tikk­­ur er rað­­fest­­in­g­ar. Tað er upp­gáv­an hjá ment­­a­­mál­a­ráð­harr­a­­­num at rað­festa eft­ir bestu sann­­fø­r­ing. Tí tyk­ist tað løg­­­ið, at Bjørn Kalsø ikki er­­­liga og reið­i­liga bara sig­ur, at hann vel­ur alt­so sam­tíð­ar­ment­­­an­­ina frá.
Honum dámar betri gamla ment­­an, føroyskan dans og træ­­­bá­t­ar. Hann hev­ur rað­fest so­­­lei­­ðis, at í staðin fyri at skera øll yvir ein kamb, so vel­­­ur hann at upp­rað­festa okk­­­urt og nið­ur­­rað­­festa ann­­­að. Sam­­­tíð­­ar­­list­­in er tað, sum Bjørn Kalsø held­ur vera minst vert og tí skal nið­ur­rað­festast mest.
Kinna Poulsen heldur, at hetta vís­ur, at Bjørn Kalsø er ein ó­­ment­aður ment­a­mála­ráð­harri.
Tað hevði Bjørn Kalsø einki í­móti at hava sitandi á sær – tí hann er kon­serv­a­tiv­ur og av bygd
Sjónvarpsverst­ur­in fekk ikki svar­­ið upp­á, hvør grund­­tank­in er aftan fyri av­gerð­ina at skerja játtanina til Ment­an­arg­runn­in 20 prosent.
– Man Bjørn Kalsø hugsa – men ikki tora at siga – at stór­ur part­ur av hes­­um starvs­­løn­­u­num fara til fjant og fjas?
Hevði hann sagt tað, so livdi hann upp til for­dóm­ar­nar um, at vit hava eina reak­ti­on­era sam­gongu, sum slær hart nið­ur á tey, sum ikki ganga í takt...