Paul Watson hevur plágað okkum í 40 ár

Fyri júst 40 árum síðani kom Paul Watson á fyrsta sinni til Føroya við skipi sínum Sea Shepherd

Tann 17. august í 1985 vitjaði kanadiski umhvørvisaktivisturin Paul Watson á fyrsta sinni í Føroyum. Tá kom hann við skipinum Sea Shepherd til Føroyar at steðga grindadrápi.

 

Eingin mundi kenna felagsskapin ella mannin tá, og øll varnaðust kanska ikki, at hann var her við skipi sínum. Men bæði Sosialurin og Útvarpið høvdu samrøðu við mannin sum segði, at hann var komin til Føroya við tí greiða endamáli at steðga grindadrápinum. Og steðgaðu vit ikki við at drepa grind, so fór tað at ganga út yvir okkum sjálvi, tí so fór hann og felagsskapur hansara at syrgja fyri, at føroyskar vørur fóru at verða boykottaðar úti í heimi.

 

Tað hendi ikki tað stóra kring Sea Shepherd og Paul Watson í Føroyum í 1985. Men árið eftir kom hann aftur við sama báti, »Sea Shepherd«. Nú var báturin mál­að­ur gráur við eyðendu rípu­num á síðunum, sum skip­ini hjá Greenpeace eis­ini høvdu. Í 1985 var hann svartur og hvítur sum ein hvør annar trolari.

 

Í juni mán­aði í 1986 var til­tikna rok­ið við Bursatanga í Havn, har løgreglumaðurin Bergleif Brim­vík leyp niður í bátin at hand­taka menninar, sum tá vóru komnir við gumm­i­báti av Sea Shepherd at bjarga hin­um gummibátinum, sum løg­regl­an tá longu hevði tikið.

 

Lesið samrøðuna við Sea Shepherd í Sosialin 20. august í 1985:

 

##med3##

 

Í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo, er ein grein um ein studentaskúlaflokk, sum vitjaði umborð á Sea Shepherd fyri júst 40 árum síðani, tann 22. august í 1985.

 

##med4##

 

##med2##

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

 

Grein í Sosialinum hetta vikuskiftið