Bjørn heilsar kvinnunum

– Varðandi av ítrótti í landsstýrinum fari eg at ynskja tykkum á kvinnulandsliðnum í fótbólti hjartaliga til lukku við góða úrslitinum í Litava.

 

Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum í heilsan til kvinnulandsliðið.

 

Hann sigur, at talan er um eitt bragd í føroyskari kvinnufótbóltssøgu, at tær gjørdust nummar 1 í bólkinum og vunnu seg víðari í undankappingini til HM-kappingina.

 

– Spennandi hevur eisini verið at fylgt kappingini, og vit eru errin av góða úrslitinum. Vit eiga øll at gera okkara ítasta fyri land okkara, og tað hava tit gjørt í hesi kappingini. Í ítróttaleikum bera vit Merkið hátt, og tað setur at hjartanum, tá tjóðsangurin verður borin fram í leikum á altjóða vøllum víða um heim. Og har hevur ítrótturin víst, at vit kunnu eins væl og onnur. Tað eru mongu ítróttarbrøgdini og góðu úrslitini, hjá tykkum og fleiri øðrum av okkara fremstu liðum og einstaklingum í ítrótti, góð dømi um.

 

– Tykkara hugburði hava vit brúk fyri, skulu vit framhaldandi megna at byggja land og gera tjóð okkara til eina enn meira virda og virðiliga tjóð, har gott er at búleikast hjá øllum.

 

So góðu tit á kvinnulandsliðinum, leikarar, venjarar, hjálparfólk og onnur, sum varða av, - hjartaliga til lukku og framhaldandi góða eydnu, heilsar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, kvinnunum við ítróttarkvøðu.