Bjørn Kalsø er ov varin

Formaðurin í vinnunevndini hjá Løgtinginum heldur, at tað er ov lítið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10 %. Hann heldur, at onnur tiltøk mugu eisini setast í verk

Fiskidagar

? Eg haldi, at Bjørn Kalsø hevur verið ov varin.
Henrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, heldur ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10%.
Eitt tað fyrsta, løgtingið fer at gera nú nýggj tingseta er byrjað, verður at áseta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skjýtur upp at fiskidagarnir á landgrunninum skulu skerjast 1,5%, at fiskidagarnir á Føroya Banka skulu skerjast 10% og at Bankin skal friðast í gýtingini.
Henrik Old sigur, at sjálvsagt er samgongan í høvuðsheitum samd um uppskotið hjá Birni Kalsø.
? At skerja fiskidagarnar á landgrunninum 1,5% haldi eg er hóskandi, tí halda vit eina lítla, men støðuga minking, sleppa vit undan teimum stóru høggunum, sum onkuntíð hava verið og sum eru drepandi fyri vinnuna, heldur hann.
Við eini skerjing upp á 1,5% er í hvussu so er lagt upp fyri, at flotin verður effektivari.

10% ov lítið
Hinvegin heldur hann ikki, at tað er nóg mikið at skerja fiskidagarnar á Føroya Banka 10%.
? Hetta haldi eg munar ov lítið, tí Bankin er so illa fyri.
Henrik Old sigur, at hetta er tað, sum semja fekst um í samgonguni og tað fer hann sjálvsagt at virða.
Sostatt er ikki væntandi, at skerjingin á Føroya Banka fer at vera størri enn tað.
Men Henrik Old fer at arbeiða fyri, at eisini onnur tiltøk verða sett í verk á Føroya Banka.
Hann sigur, at ætlanin er at friða Bankan í gýtinginmi og tann friðingin eigur at vera í minsta lagi seks vikur, kanska tveir mánaðir.
Hinvegin heldur hann, at tá ið Bankin so verður latin uppaftur eftir friðingina, eigur tað at gera stigvíst.
? Eftir gýtingina er fiskurin rak og illa fyri og í apríl mánað er lítil eftirspurningur eftir bankafiskinum. Tí eigur Bankin at verða upplatin aftur stigvíst eftir friðingina, sigur Henrik Old.
hann heldur eisini, at spurningurin um rættindini hjá bátum, sum royna á Bankanum, at keypa fiskidagar frá øðrum, eigur at verða tikin upp til viðgerar.
?Upprunaliga skuldi hvør línubátur hava 30 dagar á Bankanum. Men nú hava teir næstan 60 dagar í part, tí teir hava keypt so nógvar dagar frá øðrum bátum, sum í mongum førum als ikki royna á Bankanum frammanundan.
Formaðurin í vinnunevndini sigur, at ein loysn kann vera, at ein bátur skal hava brúkt
60% av sínum døgum á bankanum í einum ári fyri at kunna selja dagarnar árið eftir.
Henrik Old sigur, at hetta eru mál, sum samgongan hevur umrøtt og sum verða tikin upp til nágreiniligari viðgerð.
Hinvegin er hann ikki fegin um ætlanina at fáa teir stóru lemmatrolararnar undir fiskidagaskipanina, soleiðis sum tað er lagt upp til.
?Vandin við tí er, at tað kann flyta trýstið á stovnarnar inneftir. Eg eg fyri øllum, sum flytir trýstið úteftir og tað er onki at ivast í, at tað, at lemmatrolararnir fiska frítt førir við sær, at teir kunnu loyva sær at leita eftir fiski.
? Skulu teir undir ein avmarkandi fiskidagaskipan, verða teir noyddir at velja tað tryggu kósina og at sigla so stutt sum gjørligt.