LÍF VENJARIN
Bjørn Krog skal næsta ár hava ábyrgdina av fótbóltsvenjingini í Leirvík. Hann skal venja liðið í 2. deild, og hann skal hava høvuðsábyrgdina fyri venjingini í hinum deildunum. LÍF formaðurin, Jógvan Júst Olsen, sigur, at ætlanin er, at høvuðsvenjarin skal vegleiða og vera íblástur hjá venjarunum í yngru deildunum. Bjørn, sum arbeiðir á studentaskúlanum á Kambsdali, hevur verið venjari í nógv ár. Longu fyrst í áttati árunum var hann spælandi venjari hjá VB. Áðrenn hann fór aftur til Danmarkar, spældi hann við HB. Í 2000 var Bjørn venjari hjá B68, síðani hevur hann verið hjálparvenjari í Gøtu, áðrenn hann fór at venja yngru deildirnar í Leirvík, har hann býr.
Í ár noyddist LÍF at luttaka í endaspæli, áðrenn tað var greitt, at teir eisini næsta ár skulu spæla í 2. deild. Sambært LÍF formanninum, so fara tað at ganga nøkur ár, áðrenn teir rokna við, at besta liðið hjá teimum verður ment til tað, sum teir halda, at møguleikar eru fyri.
? Vit eru komnir har til, at vit halda tað vera rættast at fara undir at mynda eitt nýtt lið. Í yngru deildunum hava vit havt nógv fólk tey seinastu árini. Í ár var Bjørn Krog venjari hjá dreingjunum og unglingunum. Áhugin var stórur, og vit ætla eisini næsta ár at taka lut í unglingadeildini, dreingjadeildini og eisini í uppaftur yngru deildunum. Vit eiga fleiri evnaríkar spælarar, sum eru 16?18 ára gamlir, og vit vóna, at fleiri teirra fara at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum. Um trý ár vóna vit, at nógvir av hesum fara at vera við til at mynda eitt lið, sum vit rokna við kann fara at eiga góða framtíð, sigur Jógvan Júst Olsen, formaður í LÍF.
Tað ættarliðið, sum var við, tá ið LÍF inntil fyri tíggju árum síðani var í bestu deildini, er mest sum burtur í fótbóltinum í Leirvík. Teir hava hesi seinastu árini havt fleiri útlendingar á liðnum, og harafturat hava teir onkrar heimligar spælarar, sum eru miðskeiðis í tjúgunum.
? Tað er neyðugt at hava spælarar, sum eru í ymsum aldri. Hóast ungir spælarar eru evnaríkir, so vita vit, at teir ikki einsamallir megna at lyfta eitt fótbóltslið. Tí fara vit sjálvandi framvegis at hava spælarar, ið hava royndirnar, á liðnum. Fleiri útlendingar hava verið í Leirvík og spælt fótbólt. Hesi seinastu árini hava tað fyrst og fremst verið pólverjar. Onkrir teirra eru búsettir í Eysturoy. Tað kann væl vera, at teir eisini næsta ár fara at spæla við LÍF, men felagið fer ikki við pengum at draga útlendskar spælarar til felagið. Vit hava ikki umstøður við pengum at kappast um spælarar. Norðoya Sparikassi er høvuðsstuðul hjá okkum, og virkini í bygdini og bygdarfólkið sum heild tekur væl undir við felagnum. Men tað er ikki hugsningur um hjá okkum at vera við til at bjóða og yvirbjóða, sigur Jógvan Júst Olsen.
Kvíga tit ikki fyri at missa spælarar til hini seks 1. deildarfeløgini í oynni?
? Møguleikin er altíð har, og tað eru leirvíkingar, sum spæla í øðrum feløgum. Teir eru sjálvandi væl komnir at spæla við okkum næsta ár. Vit hava hoyrt, at onkrir av okkara spælarum skulu vera á veg í onnur feløg, men tað er einki ítøkiligt í tíðindunum. Vit rokna við, at allir, sum vóru við í ár, fara at vera við aftur næsta ár, og tað kann vera, at onkrir aðrir fara at koma afturat. Men enn er ov tíðliga at siga nakað um hetta.
Tvey tey seinastu árini hevur Bogi Lervig verið venjari hjá LÍF.