Bjørtfríð Shemeshí Ísrael: Bumbuskýli heima

Við Miðjarahavið býr 40 ára gamla Bjørtfríð Shemesh, sum er úr Føroyum. Hon hevur búð í krígsherjaða Ísrael í 10 ár, í Ramat-Gan uttanfyri Tel Aviv. Bjørtfríð er ikki bangin fyri krígnum ella fyri, at tað skal flyta seg nærri ímóti teimum

Samrøða: Føroyingar eru allastaðni. Hetta verður ofta sagt, og aloftast vísir tað seg, at soleiðis er tað eisini. Sosialurin hevur prátað við 40 ára gomlu Bjørtfríð Shemesh, sum er úr Kvívík, sum býr í Ramat-Gan uttanfyri Tel Aviv í Ísrael. Hon er gift við ísraellitta og eigur tvey børn, ein drong og eina gentu. Í Ísrael hevur hon búleikast seinastu 10 árini, og sjálvt um ófriðurin er nógvur, so hevur hon ongar ætlanir um at flyta heimaftur.
? Eg hoyri og síggi ikki beinleiðis so nógv til kríggið, sigur Bjørtfríð. ? Sjálvandi ávirkar hetta meg sálarliga, men hetta er ikki nakað eg til dagliga gangi og hugsi um.
Bjørtfríð sigur, at støðan hevur ongantíð verið so ring, sum júst nú; heldur ikki í 1948, tá Ísrael varð til ein stat. Tá hon fyri góðum 20 árum síðani fyrstu ferð var í Ísrael, vóru nógvir hermenn at síggja á gøtuni, men seinastu 10 árini hevur tað ikki verið so ringt. Men nú er støðan aftur versna, og heldur Bjørtfríð, at hetta er, sum at verða sendur aftur í tíðina við øllum hermonnunum á gøtunum.

Son í herinum

20 ára gamli sonur Bjørtfríð er í ísraelska herflotanum. Hann er fjarritari og læknahjálpari umborð á einum skipi. Tó er sjóøkið hjá Ísrael ikki so stórt, so hon sigur seg ikki vera nakað serliga bangna. Tað tekur ikki meira enn hálvan triðja tíma at sigla runt sjóøkið hjá Ísrael.
? Tú hoyrir um bumbur og skjóting hvønn dag, og eg havi jú eisini børn, og tá fólk spyrja, hvar eg eri frá, og eg svari Føroyar, spyrja tey meg, hvat í allari víðastu verð, eg geri í Ísrael, greiðir Bjørtfríð frá. ? Men mær dámar væl her, eg eri ikki bangin fyri krígnum, ella bangin fyri at tað kemur nærri okkum. Eg veit tó fullvæl, at tað kann saktans henda, í dag, sum í morgin, men tað verður ov stressandi at skula hugsað um hetta dagliga. Eg stóli uppá Ísrael.
? Viðvíkjandi krígnum, so síggi eg lítið og onki til tað. Men vanlig ting, sum til dømis at fara út á kafé og út at eta, sum vit jú gjørdu nógv av, tað kunnu vit ikki longur. Fyri stuttum varð kaféin, vit plagdu at vera á í Tel Aviv bumbað, og tað kennist jú sjálvandi eitt sindur løgið.
Bjørtfríð sigur, at sjálvt um ófriðarligt er, so hevur hon ongar ætlanir um at leita heimaftur á klettarnar.
? Um nakað skuldi hent, so kann eg altíð senda dóttrina heim til Føroyar, tí foreldrini hjá mær búgva jú heima, og eg kundi jú eisini komið heim í eitt tíðarskeið, men tað havi eg ongar ætlanir um, sigur kvívíksdaman.
Nógv, sum Bjørtfríð kennir, hava hug at rýma uttanlands til familju og vinir, men sjálv er hon optimistisk. Hon hevur búð í Ísrael so leingi nú, og tey hon kemur saman við trúgva uppá, at ein dag, so fer kríggið at fáa ein enda.

Arafat spælir komediu

Sjálv sigur Bjørtfríð seg ikki vera í parti við nøkrum í krígnum.
? Eg dugi væl at síggja, at báðir partar hava stórar trupulleikar, men hesir trupulleikar eru ikki nýggir. Tú kanst fara fleiri 1000 ár aftur í tíðina, og tú finnur teir aftur har. Tað eru fanatikararnir, sum búgva á teimum hersettu økjunum, sum oyðileggja friðin, og møguleikan fyri friði, og á ein hátt haldi eg, at tað eru eisini teir, sum leggja upp til kríggið.
Bjørtfríð greiðir frá, at tann vanligi borgarin í Ísrael dugir væl at síggja at Ísrael hevur ein trupulleika. Hildið verður, at trupulleikarnir stavað frá 1948, tá Ísrael varð til tað, tað er í dag, og tað eru fá arabisk lond, sum hava góðtikið Ísrael sum tað er. Men tað er dramatiskt, og eisini verri enn tað var í 1948, tað duga øll at síggja. Ongin hevur livað í einum Ísrael, sum tað er í dag.
? Viðhvørt havi eg tó hug at halda, at Yasser Arafat dugir ótrúliga væl at spæla komediu, fortelur Bjørtfríð. ? Útlendingar hava eisini ofta tað við at halda við veikara partinum, og tað er júst har, Arafat er serliga lúmskur. Hann sigur við fólkið, at tey skulu síggja fátøk út, so heimurin kann taka synd í teimum. Palestinar siga ofta eisini, at teir hava ongi vápn, og at teir steina bara, men tað er heldur ikki satt. Børnini steina, sum standa frammanfyri, men aftanfyri standa tey, ið eru nóg gomul til at halda vápnum, og krógva seg. Arafat vil hava umheimin at taka synd í palestinum, og jú, sjálvandi er tað eisini synd í teimum, men ofta verður tað blást upp. Og í Føroyum er jú gott at vera, so tað er skjótt at hoppa uppá, at í Palestina er alt so ringt, kanska enntá verri enn tað í veruleikanum er.
Tó heldur Bjørtfríð, at hetta er kanska eitt sindur hart at siga, men kríggið verður eftir hennara meining, ofta koyrt uppá hetta. At í Palestina eru tey veik og fátæk, og Ísrael er sterkt og væl fyri.

Øll hava bumbuskýli

Í Ísrael er tað vanligt, at øll húsarhald hava eitt bumbuskýli, sum tey kunnu fara í, um kríggj kemur vegin fram til hús teirra.
? Vit hava eisini eitt bumbuskýli, sum vit kunnu fara í, um okkurt skuldi hent. Øll hava bumbuskýlið. Kanska bara tey nýggjaru húsini, sum ikki hava eitt beinleiðis bumbuskýlið, men tey hava so eitt "safety area", sum tey kunnu fara í.
Bjørtfríð greiðir frá, at tá tú kemur inn í rúmið, so sært tú ikki, at tað er eitt bumbuskýli, tí tað sær ikki øðrvísi út enn øll onnur rúm í húsinum. Tað er bara gjørt soleiðis, at í fall, at okkurt skuldi hent, so er tað møguligt at fara inn hagar. Eisini í runt í býnum eru bumbuskýli at fara í.
Men Bjørtfríð er optimistisk. Hon trýr, at kríggið fer at fáa ein enda, sum alt annað, og at Ísrael fer at gerast friðarligt.