Skipsbrot
Tveir mans vóru við útróðrarbátinum, Nósa, sum sakk á Norðhavinum mikudagin. Teir vóru gøtumaðurin, Snorri Joensen og glyvramaðurin, Niels Pauli í Heimistovu. Álvur Joensen í Norðragøtu átti bátin, ið var ein føroyskt bygdur deksbátur. Báturin minti um Hjøllubátin, sum eisini er bygdur í Føroyum.
Slagsíðu og sakk
Sjóbjargingarstøðin, MRCC Tórshavn, fekk boðini um støðuna kl. 12.23. Tað var Politistøðin, sum boðaði frá, at Nósi var um at koppa, stívliga 3 fjórðingar í ein landnyrðingnorðan úr Rivtanga.
- Vit settu okkum í samband við Tjaldrið, sum var á leiðini og Tórshavn Radio, sum sendi út neyðarkall til skip og bátar. Aðrir bátar vóru á leiðini, og ein bátur nærindis boðaði frá, at Nósi lá við 80 stigum slagsíðu. Somuleiðis boðaði báturin frá, at menninir stóðu til reiðar at fara í bjargingarbátin.
Klokkan 12.45 fekk MRCC Tórshavn boð um, at útróðrarbáturin, Jastrid, hevði tikið menninar upp, og at vandin var av.
- Løtu seinni var Tjaldrið á leiðini, men Nósi sakk, áðrenn teir fingu sett á bátin, sigur MRCC Tórshavn.
Veðrið var einki serligt á leiðini, útsynningur og einar 15 metrar um sekundið.
Misti tvíburðabeiggjan
Fiskiskapurin hjá Nósa hevði verið slakur, og sum skilst, var hetta ikki orsøkin til, at báturin fekk slagsíðu og sakk.
Óvist er, hví hetta hendi.
Tíbetur spældi alt væl av hjá Snorra og Niels Paula, sum herfyri misti tvíburðabeiggjan, Karl, ið var við Stapanum í Íslandi.
Tað er ikki langt síðan, at Niels Pauli eisini misti mammu sína í góðum árum.