Talið av deyðum hækkar í Avstralia eftir vatnflóð

Ein maður varð fríggjadagin funnin deyður í einum bili, sum varð tikin í vatnflóð í avstralska statinum New South Wales.

Vatnflóð í avstralska býnum Taree er avmyndað her úr tyrlu. Myndin varð almannakunngjørd av løgregluni hósdagin. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix

Maðurin varð funnin nærhendis frítíðarbýnum Coffs Harbour, sum liggur umleið 500 kilometrar norðan fyri stórbýin Sydney.

Tilsamans hava fýra fólk latið lív í flóðalduni, sum er komin eftir nógvar dagar við nógvum regni.

Avstralska løgreglan leitar eisini framvegis eftir einum persóni, sum hevur verið saknaður, síðan vatnflóðin byrjaði fyrr í vikuni.

Stóru vatnmongdirnar hava elvt til, at 50.000 fólk eru avskorin frá umheiminum í dag. Myndugleikarnir hava sett arbeiðið í gongd fyri at tryggja, at grundleggjandi veitingar kunnu koma.

 

Ritzau/Reuters

 

Vatnflóð í avstralska býnum Taree er avmyndað her úr tyrlu. Myndin varð almannakunngjørd av løgregluni hósdagin. - Mynd: Útbýti/Ritzau Scanpix