Tíðliga í gjárkvøldið vóru fólk frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag í fjøllunum eftir fólkum, sum vóru vilst í mjørkanum.
Hetta skrivar Suðurrás.
Ferðafólkini vóru farin til gongu úr Trongisvági og skuldu eftir ætlan til Fámjins, men tey rendu seg føst í mjørkanum og tilkallaðu hjálp.
Tveir staðkendir mans fóru til gongu úr Fámjin og komu fram á fólkini miðskeiðis millum Valdaskarð og Oyrnaskarð.
Suðurrás skrivar, at fólkini høvdu sett seg at bíða eftir hjálp og høvdu tað gott.
(savnsmynd)