Erik Mortensen, Kaldbak
----
Tað hava verið nógvar broytingar í líkindunum á landgrunnunum gjøgnum langa tíð. Gróðurin hevur altíð verið ymiskur, og hava tað verið góð og ring fuglaár. Men nú ber av.
Fyri nøkrum árum síðan, hoyrdu vit hugtakið, makrelur her við Føroyar. Hesin makrelur hevur púra stongt fyri føðini hjá lomviga, álku, lunda, ritu og ternu.
Nú eru vit í juni mánað, og havið alt er lívleyst. Nú vanta nógvir árgangar av fugli, og kann hetta ikki halda fram. Við hetta lag minkar stovnurin burtur í onki. Tí hann verður eldri sum tíðin líður, og tað doyr burturav alla tíðina.
At hugsa sær øll fuglabjørgini oyðin mitt í fuglatíðini. Støðan er sera ring í Mykinesi, Skúvoy, Sandoy og Saksun, Nólsoy, ja øllum Føroyum. Kanska onkra løtu er ein bati, men tær eru fáar. Hetta haldi eg ikki, at vit hava upplivað fyrr.
Tann fyrsti fuglurin man verða ternan sum hvørvur. Hon er illa fyri, aftaná nógv ring ár. Eg síggi nakrar sita og kúra í Kaldbaksbotni, og sama má verða um alt landið.
At makrelurin hevur tikið ræðið á landgrunnunum, má verða tí okkurt gott er at fáa. Gróðurin hevur verið framúr í nøkur ár. Men hetta fær bjargafuglurin ikki ágóðan av. Hann er útistongdur frá hesum yvirfylta matkova, sum hann hevur livað av í mong túsund ár. Kanska kann hann so dánt lívbjarga sær sjálvum. Men at hugsa um egg og pisur er ómøguligt, við teimum livilíkindum sum eru.
Vit Føroyingar mugu hava ein framíhjárætt at verja fuglin, sum hevur átt í Føroyum frá fyrndartíð. Vit mugu verja sjófuglin, sum eigur at verða búfuglur í Føroyum.
Skal fuglurin hava rásarúm, mugu hava rætt til at fiska nógv meira av makrelinum. Tað hevur sanniliga skund. Við hetta lag kunnu vit siga farvæl við lomviga, lunda, álku, ritu, ternu, og annan fugl, sum eg ikki nevni her.
Vit standa á einum krossvegi til ta nýggju tíðina. Hesar avbjóðingar mugu vit taka nú.