Tórshavnar Sløkkilið skipar javnan fyri venjingum fyri at manningarnar fáa roynt sín førleika.
Í kvøld var ein slík venjing á skránni, men kortini varð eitt sindur meira gjørt burtur úr enn vanligt.
So tey, sum hava hoyrt sirenur og sæð blá ljós í kvøld, skulu vita, at talan er bert um eina venjing.
Venjingin í kvøld er ætlað tyrlumanningini hjá Atlantic Airways, kavarunum hjá Tórhavnar Sløkkiliði og sløkkiliðnum í Kirkjubø og Velbastað.
Venjingin var soleiðis, at í kvøld klokkan 17.45 fekk Alarsentralurin boð um at eitt óhapp var hent á Gomlurætt, har ein bátur við tveimum monnum hevði rent á land og brúk var fyri kavarum og fólki at leita.
Hesi boð fóru víðari til MRCC Tórshavn, Tórshavnar Sløkkilið og sløkkiliðið í Kirkjubø/Velbastað
Kavaraliði hjá Tórshavnar Sløkkiliði í Havn og sløkkiliðið í Kirkjubø og Velbastað vórðu boðsend og tað varð tyrlan hjá Atlantic Airways eisini og so skuldi menninir finnast og bjargast.