Fyri einari viku síðani datt ein drongur á sjógv á Argj-um og í tí sambandi kom fram, at einasti bjarg-ing-ar-bát-ur, sum er í Havn, stend-ur á Brandstøðini og hon er uppi við Oyggjarvegin.
Brandmeistarin Petur Sel-oy segði tá, at hann vil hava henda bátin haruppi, tí tað kann vera, at tað er tørvur á honum eitt nú í Kaldbak, ella á Velbastað.
? Tá kann tað vera bein-leiðis tíðarmissur at skula oman á havnalagið eftir bát-i-num áðrenn farið verður á staðið, segði hann beint eftir óhappið, sum tíbetur spældi væl av.
Hinvegin helt Petur Seloy ikki at tað var óhugsandi, at teir høvdu ein bát á støð-ini, meðan ein annar stóð á havnalagnum.
Og velur brandmeistarin at fara til býráðið við hesum uppskotinum, so er ikki óhugs-andi at tað vinnur frama.
Tað heldur formaðurin í havnanevndini hjá Tórs-havn-ar Býráð, Torfinn Smith í øllum førum.
? Kemur eitt ynski frá okk-ara bjargingartænastu um at fáa ein skjóttgangandi bát til endamálið og eitt høl-i-ð, so ivist eg ikki í, at vit kunnu finna eina skilagóða loysn á tí málinum, sigur Torfinn Smith.
Eingi spurnartekin
um brandbilar
Torfinn Smith heldur at tað er neyðugt at hava eina væl-virkandi bjargingartænastu, og skal hon vera væl-virk-andi, so er neyðugt, at út-gerð-in er í lagið.
? Vit seta eingi spurn-ar-tekin tá vit skulu hava ein brandbil, og teir kunnu kosta upp í einar tríggjar milliónir, sigur formaðurin í havnanevndini, sum eisini heldur tað hava nakað við tilbúgving í sambandi við eina møguliga oljuvinnu at gera.
Torfinn vísir á, at ein skjótt-gangandi bátur ikki neyð-turviliga kostar so nógv, men at hann kann betra um trygdina og tæn-astuna.
? Vit fara um ikki so langa tíð undir eina stóra útbygging av Tórshavnar Havn, og endamálið við út-byggingini er, at fáa fleiri skip her til. Oljuvinnan er eisini í huganum, og við ein-um størri aktiviteti økist eisini vandin fyri óhappum, sigur Torfinn Smith.
Men er tað ikki dupult, at hava fleiri bát-ar?
? Tað haldi eg ikki. Eg haldi, at vit ofta gloyma, at vit hava dagligt samband við sjógv, og tí ikki hugsa nóg nógv um tilbúgving. Fyri tað um Birkerød ikki hevur bátar, so er tað eingin sum sigur, at vit heldur ikki skulu hava teir, sigur Tor-finn Smith, tá vit saman-líkna høvuðsstaðin við ein danskan bý.
Serkunnleikin má
koma við umbønini
Sum tað skilst, so eru øll útlit til, at bjarg-inga-r-um-støð-ur-nar í Havn gerast enn betri enn tær eru í dag.
Hóast Petur Seloy sjálv-sagt kundi ynskt sær betri umstøður, so heldur hann, at vit eiga at minnast til, at umstøðurnar í Havn als ikki eru so vánaligar tá tað kem-ur til stykkis.
? Um vit sammeta okkum við eitt nú Helsingør komm-unu í Danmark, so hava teir t. d. ikki kavara-tænastu. Tað hava vit, og tað er ein ótrúliga stórur fyri-munur, sigur Petur Seloy.
Tá tað um bátarnar ræður, so dylir hann kortini ikki fyri, at tann besta loysnin er, at ein bátur er á Brand-støðini meðan ein annar stend-ur tøkur á bryggjuni.
T. d. kundi hann hugsa sær, at báturin stendur á ein-ari slisku sum ger tað einfalt at sjóseta bátin.
Og havandi orðini hjá Torfinni Smith í huga, so skal hann bara seta seg í samband við havnanevnd-ina við sínum ynskjum.