Bjarnartænastan í Leirvík

Hugsi mær, at nógvir føroyingar eru móðir av at hoyra um vegaføringina í Leirvík. Tíverri eru tað vit leirvíkingar, sum verða uppfataðir av Føroya fólki at vera grenjutir. Men eg haldi, at hetta er at gera okkum órætt. Tí enn hava vit einki fingið av tí, sum varð lovað okkum

Leirvíkingar fingu at vita, at um vit fingu veg ígjøgnum bygdina, skuldi hann verða liðugur, tá Norðoyatunnilin lat upp. Um vit heldur ynsktu ein tunnil undir bygdina, fingu vit at vita, at hesin ikki fór at verða liðugur, tá Norðoyatunnilin lat upp, og at ferðslan mátti koyra ígjøgnum bygdina í eitt avmarkað tíðarskeið. Leirvíkar kommuna samtykti so at loyva ferðsluni ígjøgnum bygdina í upp til 2 ár, treytað av at vit fingu eina góða loysn. 26. mars í 2002 bleiv tunnil samtyktur í løgtinginum. Nú hava vit so bíðað í samfull 4 ár eftir einum tunli, men hava ongan fingið enn. Politikarar hava bara broytt lógina soleiðis, at vit skulu fáa ein veg álíkavæl.

Í desember 2005 bleiv lógin broytt til at umfata tunnil ella veg og fyri trimum mánaðum síðani, bleiv lógin broytt enn einaferð til bert at umfata veg. Undri meg yvir, at tað er so lætt at broyta eina lóg og snúgva sær undan sínum lyftum í hesum landi. Tað er mær ein gáta, at løgtingið fyrst spyr leirvíkingar, hvat vit ynskja, fyri síðani at ganga ímóti ynskinum, sum annars varð samtykt við lóg. Eisini má eg blíva við at spyrja meg sjálva, hví tað er av so stórum týdningi fyri øll onnur at siga hvat er besta loysn í Leirvík.

Lokarenna
Tá eg hoyrdi um lokarennuna, hugsaði eg, at nú var sloppið, tí hetta tyktist at vera ein góð og trygg loysn fyri allar partar. Áðrenn hetta hugskotið varð lagt á borðið, varð tað eingin loysn, sum veruliga varð góð. Lokarenna var harafturímóti ein loysn, sum flest allir Leirvíkingar kundu taka undir við, og sum bygdarráðið einmælt samtykti. Við eini lokarennu fer ferðslan undir hjartað í bygdini. Tað mesta av tí gamla sum er, verður varðveitt. Okkum nýtist ikki at hava ampa fyri børnunum, sum skulu í barnagarð og skúla. Virkini kunnu frítt byggja út. Eitt torg kann gerast, har talan hevur verið um tað. Handilin verður uttan ávirkan o.s.fr. Afturat hesum er lokarennan teknað soleiðis, at farleiðin gongur í eina beina linju. Á henda hátt verður farleiðin so stutt sum gjørlig, hon verður ikki tarnað av fólki, og tað er eisini ein fyrimunur um veturin í kava og hálku. Hetta er sostatt ein góð og trygg íløga í framtíðina.

Vegur ovarlaga í bygdini.
Hví skulu vit leirvíkingar siga ja takk til ein veg, sum tekur 130 grundøkir av okkara byggilendi? Longu nú eru tað fleiri, sum hava aftrað seg við at byggja, tí hendan óvissan hevur verið, og tí tey ikki ynskja at búgva við síðuna av einum landsvegi. Landsverk tosar um at leggja ein veg omanfyri bygdina, men tað er bert talan um fá ár, so liggur vegurin mitt ígjøgnum bygdina.

Tosað verður altíð um, at vegurin skal leggjast omanfyri bygdina. Í mínari verð, er hetta skeivt málborið. Bygdarhúsið liggur jú ovarliga í bygdini, og vegurin skal leggjast framvið bygdarhúsinum, møguliga niðanfyri bygdarhúsið. Við hesi loysn eru longu nú tvey sethús omanfyri vegin, umframt bygdarhúsið og LÍF-húsið og harvið fótbóltsvøllurin. Vit kunnu bara ímynda okkum ferðsluna, sum skal tvørturum hendan vegin, um tað so verður á vegnum ella undir vegnum. Talan er sostatt ikki um at leggja vegin omanfyri, men ovarlaga í bygdini. Hví verður tað hugsað so lítið fram í tíðina? Er tað ikki betur at nýta nakrar milliónir meira nú og gera eina góða íløgu í framtíðina, heldur enn at brúka 40-50 milliónir, sum bert er ein góð íløga 10-15 ár fram í tíðina?

Hví gera eitt nýtt Gøtueið í Leirvík? Sera væl vald orð av Alfredi Olsen í Kjakinum í Kringvarpinum, tá evnið varð viðgjørt. Hví gera ein nógv longri veg enn neyðugt, og hvat kostar hann í viðlíkahaldi og kavarudding?

Ov dýrt, verður nýtt sum undanførsla fyri ikki at gera eina nógv betri og tryggari íløgu í framtíðina við eini lokarennu. Upphæddin, talan er um, er bert brotpartur av tí, sum er nýtt til Gomlurætt, Smyril, tunnil til Gásadals, ferjulegu í Suðuroy o.s.fr. Tað undrar meg eisini, at Bjarni Djurholm fær kostnaðin at vera 120 milliónir, tá NCC sigur ein fastan prís á 87 milliónir.

So fara onnur eisini at krevja tað sama, verður eisini nýtt sum argument ella undanførsla av Bjarna Djurholm. Hetta er burturvið í mínari verð. Havnarfólk ella onnur fara nokk at krevja ein tunnil undir bygd øki fyri tað, um tað ikki verður unt okkum her í Leirvík. Tað er bert ein spurningur um tíð, og hvør fær tann fyrsta tunnilin. Hetta er jú ein góð loysn uppá ávísar samferðslutrupulleikar. Og hví halda áfram við at gera vánaligar loysnir, tá nógv betri loysnir finnast. Skulu vit so ikki bara skunda okkum eitt sindur spakuligari, so tað eisini er forsvarligt peningaliga?

Ávísir tingmenn halda eisini uppá, at ein vegur haruppi er ein íløga til leirvíkingar, tí so fáa vit ein veg, sum vit annars noyðast at gjalda fyri sjálvi. Men hvønn ágóða fáa vit av hesum vegnum, har tað bert er ein íbinding? Landsverk sigur eisini, at framtíðin er, at landsvegir ikki vera samantvinnaðir við bygd økir. Hesum ræður Ráðið fyri Ferðslutrygd eisini frá. Spyrjandi standa vit so í Leirvík og undrast yvir, hví ferðslan fyri einhvønn prís skal leiðast ígjøgnum Leirvíksbygd, samstundis sum talan er um at nýta nógvar milliónir til at leiða ferðsluna úr bygdum økjum aðrastaðni t.d. í Runavík, Skipanesi, Søldarfirði og Gøtugjógv.

Ferjulegan.
Hví skulu vit leirvíkingar siga ja takk til eina verri loysn, enn vit sjálvi hava goldið fyri við ferjuleguni. Ikki færri enn 25. milliónir hava leirvíkingar goldið til ferjuleguna, sum landskassin átti at havt goldið. Ferjulegan varð jú gjørd til norðoyingar. Leirvíkingar hava ikki havt tørv á henni meira enn aðrir føroyingar. Tá Leirvíkar Kommuna valdi at gjalda so nógv fyri hana, var tað m.a. fyri at ferðslan ikki skuldi verða leidd inn í bygdina. Hetta hevur verið ein fyrimunur fyri allar partar. Tað er eingin loyna, at hetta hevur gjørt, at kommunan hevur havt tað ógvuliga tungt fíggjarliga. At vit nú eisini skulu gjalda fyri ein veg, um tað er við pengum ella grundøkjum, er óhoyrt.

Ein íløga í fortíðina ella framtíðina.
Soleiðis málbar ein vinkona seg, tá vit tosaðu um veg har niðri ella har uppi í bygdini. Haldi at flest allir leirvíkingar eru samdir um, at ein lokarenna, er tann besta loysnin fyri bygdina. Tað er tá vit tosa um veg har uppi ella har niðri, at vit eru ósamd. Um hugt verður eftir, hvør heldur hvat, haldi eg, at tað er tað eldra ættarliðið, sum vil hava vegin har uppi, tí annars verður tað ov nógv av tí gamla, sum verður tikið burtur. Um vegurin verður lagdur har uppi, er tað sostatt ein íløga í fortíðina heldur enn framtíðina.

Tað unga ættarliðið vil harafturímóti hava vegaføringina har niðri, tí tey skulu jú búsetast har uppi og noyðast at hugsa um trygd og trivna fyri tey og teirra børn. Hetta kann skjótt gerast ein trupulleiki, um ein landsvegur skal leggjast framvið køksvindeyganum. Vegaføringin har niðri má tí heldur sigast at vera ein íløga í framtíðina.

Sum mamma at trimum smábørnum hevur ferðslutrygdin í bygdini ógvuliga nógv at siga. Um vit fáa eina lokarennu ella tunnil, kunnu vit sum foreldur vera tryggari og framhaldandi lata okkara børn ferðast og spæla innanfyri ávís økir, sum er av so stórum týdningi, tá vit hava valt at búsetast í einari bygd. Tá avgerðin eisini varð tikin, at vit skuldu búsetast í Leirvík, var ein av grundunum, at Leirvík var ein friðarlig bygd hjá børnum at vaksa upp í, samstundis sum hon liggur væl fyri. At Leirvík eisini er ein sera vøkur bygd, eri eg errin av at kunna siga.

Norðoyingar skulu vera vælkomnir til Leirvíkar, og eg gleðist saman við tykkum nú nýggir møguleikar opnað seg fyri tykkum við Norðoyatunlinum. Bæði at bjóða tykkum vælkomnum til Leirvíkar og at varðveita hesi tingini, sum hava so nógv at týða fyri meg og flestu Leirvíkingar, nýtist ikki at vera ein trupulleiki, um bert vit fáa lokarennuna ella ein tunnil, soleiðis at ferðslan kann vera leidd ígjøgnum bygdina uttan ov nógvan ampa fyri bygdina og bygdarfólkið.

Er vegur í Leirvík nøkur tænasta, sum landið veitir Leirvíkar kommunu, so er tað ein bjarnartænasta.

Eg vil tí heita á Løgtingið um at fremja ta bestu loysnina og gera eina lokarennu undir Leirvíksbygd, soleiðis sum bygdarráðið einmælt hevur samtykt við stórari undirtøku frá bygdarfólkinum.