Eftir at hava verið í tungum fíggjarligum sjógvi seinastu tvey-trý árini, kundi nevndin hjá B36 í dag leggja fram ein roknskap, sum sýndi eitt avlop, ið táttar í 400 tkr.
Kristjan á Neystabø, sum er formaður, Kjartan Mohr og Edvard Heen halda fram í nevndini, sum eisini varð víðkað til fimm limir.
Nývaldu limirnir eru Bjarni Djurholm, ið helst er betur kendur sum politikari, og Sámal Ímundarson.