Bjarni Djurholm nú í Tinganesi

Mánadagin tók nýggi landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum við starvi

Mánadagin tók Bjarni Djurholm við sum nýggjur landsstýrismaður í vinnumálum, eftir at Finnbogi Arge bað um at verða loystur úr starvi.

Bjarni Djurholm hevur fyrr sagt, at hann fer at arbeiða víðari eftir leistinum hjá Finnboga Arge, og at teir politiskt draga somu línu.

Tað eru stór øki, sum Bjarni Djurholm hevur við at gera. Eitt nú skal hann loysa trupulleikanum við Postverki Føroya, har hann fleiri ferðir hevur róð upp undir privatisering, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vil hoyra talan um.

Hvat Bjarni Djurholm fer at mæla til, vildi hann ikki siga fyrsta dagin í starvinum. Men at hann varð noyddur at gera okkurt, segði hann.

Seinnapartin í gjár var Bjarni Djurholm á vitjan á Strandferðsluni. Reidar Nónfjall segði við Sosialin, at tey á fundinum fóru at kunna hann um viðurskiftini hjá Strandferðluni - og um nýggja Suðuroyarskipið.

Bjarni Djurholm er kendur sum »miðstaðarpolitikari«, men hann hevur eisini sagt, at uttan eitt sterkt miðstaðarøki fáa vit ikki ment útjaðaran. Eisini hevur hann nevnt, at hann ætlar at gera berghol til Gásadals.

Tá Tórbjørn Jacobsen á løgtingsins røðarapalli boðaði frá, at Almanna- og Heilsuskúlin skuldi leggjast á Tvøroyri, reisti tingmaðurin Bjarni Djurholm seg og segði, at hetta fór ikki at vera uttan svørðslag.

Hvussu leikur fer, fá vit at síggja.