Suðuroyarsiglingin
?Tað er ongin grund til at sáa iva um ætlanin at byggja nýtt skip til suðuroyarsiglingina. Arbeiðið at byggja nýtt skip er sett í verk og eg dugi ikki at síggja, at tað vendst aftur.
? Høgni Hoydal, formaður í størsta samgonguflokkinum, tjóðveldisflokkinum, kallar málið um at keypa Norrønu til suðuroyarsiglingina fyri storm í einum vantglasi.
Hann sigur spurningurin um, hvussu suðuroyarsiglingin skal vera framyvir, er væl og virðiliga viðgjørdur og hann er avgreiddur.
?Niðurstøðan var, at nýtt skip skuldi byggjast og síðani er farið undir at fyrireika byggingina.
? Tað málið er komið so langt nú, at tað vendst ikki aftur.
?Tað, sum nu er hent, er, at Bjarni Djurholm, fullkomiliga hevur skapt eitt fjølmiðlarok, sum púra óneyðugt hevur sáað iva um ætlanirnar hjá landsstýrinum.
Høgni Hoydal sigur, at tað, sum nú er hent, er at eitt Landsstýrið hevur finigið eitt tilboð frá Smyril Line.
?Sjálvsagt eiga vit at kanna eitt tilboð. Men tað átti at verðið gjørt við ígjøgnum Strandferðsluna og bólkin av serkønum, sum hevur arbeitt við málinum ístaðin fyri at almannakunngerða tað og sáa óneyðugan iva um, hvat Landsstýrið ætlar
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum sigur, at tá ið metingarnar hjá Strandferðsluni um Norrønu eru viðgjørdar, ivast hann ikki í, at málið fellur burtur av sær sjálvum.
? Tá ivist eg ikki í, at niðurstøðan verður, at hetta var ikki annað enn stormur í einum vatnglasi, tí Norrøna er longu viðgjørd í hesum sambandi, men hon varð ikki hildin at vera tann rætta loysnin.
?Tað er rætt, at tað ber til at reisa aðrar møguleikar fyri samferðslu, men málið at byggja nýtt skip er komið ov langt til at nú vendst aftur.
Høgni Hoydal er heldur ikki av teirri fatan, at nakar er í samgonguflokkunum ætlar at leggja trýst á samgonguna fyri at keypa Norrønu.
? Tað einasta, sum kann gera, at ætlanin at byggja nýtt skip, verður broytt, er um nakað kemur fram, sum suðuroyingar sjálvir halda er betri, enn skipið, sum nú er ætlað.
Royndirnar at samantvinna suðuroyarsiglingina við eldrapolitikk og onnur viðurskifti, tekur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum ikki í álvara.
? Vit hava eina ætlan fyri eldraøkið og vit hava eina ætlan fyri samferðsluøki og tey bæði skulu ikki tvinnast saman.