Bjarni Jøkladal er millum teirra, ið hevur góðan møguleika at koma framvið longu bíðirøðunum og undanútveljingum, og beinleiðis til hægsta dómaraborðið í X-Factor kappingini hjá DR.
Danska blaðið BT hevur á netinum eina kapping, har ein kann senda inn eina upptøku av sær, og soleiðis kappast um at koma fravið longu bíðirøðunum. Føroyski Bjarni Jøkladal er millum tey 3 í sínum bólki, sum nú kappast um 1. plássið at sleppa at royna seg frammanfyri dómarunum. Tað velst alt um hvussu nógvar atkvøður hann fær.
Bjarni er 35 ár og í bólkinum 25+.
Talan er um tey millum 15 og 24 ár, 25+ og so bólkar.
Meira sæst á www.bt.dk/x-factor