Bjarni skoraði heili 17 mál í týðandi botnuppgerð

Við m.ø. 21 føroyskum málum vann Kristiansand á Viking TIF á útivølli

Bjarni í Selvindi gjørdi veruliga vart við seg í bestu norsku hondbóltsdeildini i dag.

 

Kristiansand var í Bergen fyri at spæla týðandi dyst í botnstríðnum móti Viking TIF, ið ikki hevði Nicholas Satchwell í málinum í dag.

 

Kristiansand vann aftaná ein málríkan dyst 43-38 á Viking TIF. Í steðginum var Kristiansand á odda 22-21.

 

Bjarni skoraði heili 17 mál í dagsins dysti. Og hann skoraði upp á 17 av 18 málmøguleikum í dystinum. Harumframt legði Bjarni upp til tvey onnur mál. Helgi H. Hoydal skoraði fýra mál.

 

Kristiansand er nú næstaftast í deildini við 11 stigum. Men teir hava nú seks stig niður til Viking TIF á aftasta plássinum. Liðið sum endar aftast flytur beinleiðis niður, meðan liðini sum enda næst- og triðaftast spæla Play Off dystir um at sleppa undan niðurflyting. Kristiansand hevur fýra stig upp til Kjartan Johansen og hinar hjá Bækkelaget, ið eru fjórðaftast við 15 stigum.

 

Komandi sunnudag hevur Kristiansand dyst á heimavølli móti Elverum.