Í fjør tók Bjarni Nielsen tey flestu á bóli, tá hann vann FSM(Føroya Sterkasti Maður). Hann vann heitið frá Boga Hammer, sum síðani er givin við sterkmanskappingum. Bjarni knúgvaði akkurát fyrrverandi vinnaranum, Jákup Súna Berg, við einum tíggjundaparti av einum sekundi. Jákup Súni verður ikki við hesa ferð vegna skaða.
Tí er Bjarni Nielsen fyribils ein sterkur favorittur til at endurvinna heitið. Tó veit Bjarni hvussu tað er at verða undirtippaður. Tað eru hinir fimm luttakarnir hesaferð. Tríggi teirra hava ongantíð luttikið fyrr.
Teir eru Rói Holgasson, Christian Djurhuus og Jan Nesinum. Umframt debutantarnar, so eru Jákup Petur Djurhuus og Helgi Lamhauge við. Teir hava báðir drúgvar royndir innan sterkmanskappingar.
FSM 2015 verður í Hoyvíkshøllini í morgin klokkan 18.