Leonard Norman Cohen var føddur í Montreal í 1934. Hann er mest kendur sum sangari, men hann hevur eisini givið fleiri bøkur út. Hann byrjaði í 60unum. Hann er sangari/sangskrivari á sama hátt sum t.d Donovan, Dylan og Nilsson, fyri at nevna nakrar av teimum mannligu. Hann hevur útgivið eina rúgvu av fløgum. Í hesi grein verður størst dentur lagdur á fløgurnar : "Field Commander Cohen: Tour of 1979" og tað nýggjastu "Ten New Songs", sum kom út í oktober.
Ein reyður tráður gongur ígjøgnum fleiri løg á fløguni "Field Commander Cohen". Tað sær út til, at tekstirnir eru skrivaðir í tíðaskeiðinum, tá Leonard skiltist frá konuni. Eg fari at gjøgnumganga nakrar av tekstunum og vinda so nógvar upplýsingar burtur úr sum gjørligt.
Sangurin "Hey That's No Way To Say Goodbye" er merktur av melankoli, sorgblídni. Eitt dømi er hetta brotið:
"Your Eyes are soft with sorrow. Hey, that's no way to say goodbye. I'm not looking for another as I wander in my time. Walk me to the corner now, our steps will always rhyme. You know my love goes with you, as your love stays with me. It's just the way it changes, like the shoreline and the sea. But let's not talk of love or chains, or things we can't untie. Your eyes are soft with sorrow. Hey, that's no way to say goodbye."
Tað sær út til, at tey elska hvønn annan enn, men tey mugu skiljast, tí soleiðis skal tað bara vera. Tað er eingin grund til skilnaðin. Hann sær skilnaðin líka náturligan og óundankomandi sum flóð og fjøra. Næstan ein fatalistisk uppfatan, alt er avgjørt áðrenn tað hendir, tað er einki at gera.
Heitið á sanginum "The Smokey Life" kann best umsetast til skuggaspæl, og hesa fatan gevur teksturin eisini. Ein rættiliga intimur sangur, bæði orð og lag. Serliga hetta brotið "I've never seen your eyes so wide. I've never seen your appetite quite this occupied. Elsewhere is your feast of love, I know. Long ago we agreed to keep it light. So lets be married one more night. It's light enough, light enough to let it go". Sangurin sær út til at vera inspireraður av teirra síðstu nátt. Tey hava avtalað at skiljast, men tey mugu hava enn eina nátt saman. Tann síðsta náttin følist sum nakað serligt, sjálvandi tí bæði vita, at hetta er síðstu ferð. "So set your restless heart at ease. Take a lesson from these autumn leaves. They waste no time waiting for the snow. Don't argue now you'll be late. There is nothing to investigate". Hetta vers er inspirerað av fjallaprædikuni. Tað snýr seg um at lata vera við at hugsa ov nógv og ivast, men bara vera. Gera tað, sum til eina og hvørja tíð følist rætt. Leonard hevur brúkt persónin Jesus og hansara orð í fleiri tekstum. T.d í sanginum "Suzanne", har tað stendur "And Jesus was a sailor, when he walked upon the water, and he spent a long time watching from his lonely wodden tower". Ikki tí Leonard ikki er kristin, hann er á sama hátt sum t.d Dalai Lama inspireraðir av Jesus.
Fløgan "Ten New Songs" verður betri og betri hvørja ferð ein lurtar eftir henni. Fyrstu ferð virkar hon ógvuliga monoton og keðilig. Við fyrsta eygnabrá sær tað til, at tekstirnir eru um kærleika millum mann og kvinnu. Men við at grópa longur niður í djúptina í fleiri tekstum sær tað út til, at tað als ikki eri so einfalt sum av fyrstan tíð hildið. Leonard livdi sum buddhistiskur munkur í 5 ár. Tað eru tekstirnir ógvuliga nógv merktir av, annað var løgið. Tann besti sangurin er tann fyrsti á fløguni. Hann eitur "In my secret life". Har er eitt serliga aktuelt brot í, sum ikki kann vera meira aktuelt. Eg hugsi um hetta "Looked through the paper. Makes you want to cry. Nobody cares if the people Live or die. And the dealer wants you thinking. That it's either black or white. Thank God it's not that simple. In My Secret Life". Tá eg lurtaði eftir hesum sanginum var mín fyrsta hugsan, at Leonard var framskygdur. Tað ljóðar sum hann syngur um Ben Laden og Bush, ið báðir pástanda, at teir hava rættvísi fult og heilt á síni síðu. Sjálvandi er einki so einfalt. Menniskju hava altíð sæð í litum og frábrigdum.
Sangurin "Love itself" snýr seg um ein hægri kærleika. Ein kosmiskan kærleika, ið er í øllum og allastaðni. "The light came through the window, straight from the sun above, and so inside my little room. There plunged the rays of love. In streams of light I clearly saw. The dust you seldom see. Out of which the nameless makes a name for one like me. All busy in the sunlight. The flecks did float and dance, and I was tumbled up with them. In formless circumstance. Then I came back from where I'd been. My room, it looked the same - But there was nothing left between, the nameless and the name. I'll try to say a little more: Love went on and on. Until it reached an open door - Then Love itself, love Itself was gone". Her ímyndar sólin kosmos, strálirnar eru kærleiki, ið skína inn í menniskjað. Sangurin er ognaður einum Leon Wieseltier. Tað sær út til, at hann hevur havt eina sera stóra og óforkláriliga uppliving, har hann føldi seg vera ein part av kosmos, ella fyri at brúka eitt sindur provokerandi orðaval, ein partur av einum ópersónligum Guði.
Sangurin "Alexandra Leaving" minnir sera nógv um tann undanfarna. Hann er eisini meir ella minni eitt framhald. T.d hetta brotið "It's not a trick, your senses all deceiving, a fitful dream, the morning will exhaust - Say goodbye to Alexandra leaving. Then say goodbye to Alexandra lost. Even though she sleeps upon your satin; even though she wakes you with a kiss. Do not say the moment was imagined; do not stoop to strategies like this. As someone long prepared for this to happen, go firmly to the window. Drink it in. Exquisite music. Alexandra laughing. Your firm commitments tangible again". Alexandra er ein "brúgv" millum menniskjað og kosmos. Ein "brúgv", ið býr í menniskjanum sjálvum. Tað kann vera eitt púra vanligt ting, ið kann vaksa og lata upp ein veg til kosmos. Buddhistar nevna hetta fyribrigdið "Buddha punkt".
Leonard Cohen er tann bjartasta stjørnan á tónleikahimmalinum. Dagsins lættisoppapoppur er einki aftur ímóti "Ten New Songs". Maðurin er 67 ára gamal, men vónandi fer hann at geva fleiri fløgur út. Ungir tekstskrivarar hava sanniliga nógv at læra frá hesi livandi legendu.