Hví valdi tú MC-søluna?
– Bara fyri at royna okkurt nýtt. Mær dámar væl at bøta um ting.
Hvat gert tú?
– Eg seti skutarar og súkklur saman.
Hvussu dámar tær at vera í MC-søluni?
– Bjarti: Tað er fínt. Ein hevur altíð okkurt at gera. Mær dámar væl at vera her.
Hevði tú kunnað hugsað tær at arbeitt her í framtíðini?
– Eg veit ikki ordiliga. Tað er ein góður spurningur.