Í dag fara tíggju føroyskir telvarar av landinum. Teir fara niður til Billund í Jyllandi, har tað í morgin, leygardagin og sunnudagin verður kappast á Hotel LEGOLAND um NM fyri børn og ungdómar. Elsti føroyski luttakarin er føddur í 1994, og yngsti føroyski luttakarin er føddur í 2005.
Í kvøld verður kappingin sett. Sjálv kappingin er seks umfør. Tvey umfør eru á skránni fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Umframt NM kappingina verður fríggjakvøldið skipað fyri NM í snartalvi, og leygardagin verður skúlakapping. Leygardagn verður eisini rundvísing í LEGOLAND.
Samlaða talið av luttakarum er 60, sum umboða Finland, Svøríki, Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar. Telvað verður í fimm bólkum, og tveir telvarar úr hvørjum landi eru í hvørjum bólki.
Føroysku luttakararnir eru hesir:
1994-1996
Rúni Tindaskarð Jacobsen (1996)
Karl Marius Dahl (1994)
1997-1998
Høgni Egilstoft Nielsen (1997)
Silas Eyðsteinsson (1998)
1999-2000
Bjarki Bertholdsen (2000)
Eli W. Finnson (1999)
2001-2002
Janus Skaale (2001)
Ragnar Weihe (2001)
2003-
Jón í Horni Nielsen (2005)
Leif Reinert Fjallheim (2003)
Mynd: 12 ára gamli FM vinnarin í unglingadeildini 2013, Janus Skaale, sum her sæst umboða Klaksvíkar Talvfelag ímóti Sandavágs Talvfelag í almenna bólkinum síðsta sunnudag, er ein av tíggju føroyskum telvarum, sum eru á veg til Danmarkar at luttaka í NM kappingini.