Bjørn á Heygum skuldi skammast

tí tað er hann og hansara líkar, sum eru útreiðslan og tann negativa saldoin á landsroknskapinum, og ikki fiskarin, sum førir útflutningsvøruna til lands

Tað er nógv fyri at hoyra og síggja Bjørn á Heygum í Sosialinum týsdagin biðja útróðrarmenn flyta av landinum, tí at teir eru »bara útreiðsla og negativ saldo á roknskapinum« í Føroyum. Mær tykir hetta vera rætt sum ta ferðina, ið tað segðist, at studentaskúlanæmingarnir í Hoydølum skrivaðu stílar um at avtaka fiskivinnuna í Føroyum, tí at hon var bara útreiðsla og kostaði so nógv í studningi.

Tað skuldu tit bara haft gjørt og síðan sæð, hvussu ið útflutningurin úr Føroyum tá hevði sæð út.

Tað eru fiskiskipini, ið føra ta rávøru til lands, sum gevur Føroyum útflutning. Og fingu skip og bátar tann prís, sum tey kundu t.d. við at selt fiskin uttanlands, hækkaði virði so nógv, at allir pástandirnir hjá Birni á Heygum komu at hanga í leysum lofti.

Men tann prísurin fæst ikki fyri fiskin hjá førunum, tí at m.a. Bjørn á Heygum við lóg hevur kravt, at allur fiskur frá føroyskum skipum skal avreiðast í Føroyum. At prísurin kortini ikki enn er farin heilt í botn, er bara útlendskum fiskakeyparum í Føroyum fyri at takka. Og so dittar hesin tingmaðurin sær at tala um virðið á fiskinum, ið avreiddur verður fyri spottprís, tí at hann hevur gjørt tílíkar kappingaravlagandi lógir fyri at hjálpa teimum á landi, sum kunnu fáa fiskin fyri lítið og lætt.

Nei, fiskurin, sum fiskimaðurin førir til lands, hevur størri virði í sær sjálvum enn tað, sum Bjørn á Heygum, John Petersen og onnur vilja geva honum. Tí vilja útlendingar fegnir sleppa og keypa henda fisk, men Bjørn forðar tí fyri at fáa fiskin niður í virði, og síðan eru teir so frekir at brúka hetta lága virðið ímóti fiski- og útróðrarmonnum.

Gevið okkum loyvi til at selja til tann, ið gevur besta prís, so skulu tit síggja, hvat virði ið fiskurin hevur, Bjørn og John og hvat ið tit allir eita.

Tað er føroyski keikanturin, ið tekur virðið frá fiskinum, og arbeiði uppi á landi, sum hevur brúk fyri stuðli, ið tey siga verður givin fiskimonnum, og útreiðslan í hesum landi er allar skrivstovurnar í Havn hjá Birni á Heygum og hansara líkum, sum liva av, at vit hava ein fiskaútflutning.

Og nú vil Bjørn á Heygum fara undir at flyta út fólk heldur enn fisk. Og hann vil leggja fyri við útróðrarmonnum. Man maðurin vera klikkaður? Er tað uppruddingarnar, hann lovaði føroyingum, og dómarakanningin, har hann sveik, ið hava gjørt hann í ørviti?

Klaksvíkar Útróðrarfelag er 55 ár, og í øll hesi ár hava vit ikki verið úti fyri so grovum álopum sum teimum frá Birni á Heygum og John Petersen og stuðlum teirra, sum vilja taka inntøkutrygdina frá útróðrarmonnum og eksportera teir.

Føroyingar eiga at hjálpa Birni á Heygum John Petersen til eina pausu, so at teir kunna koma fyri seg aftur og kanska farið á eitthvørt skeið í virðisútrokningum fyri vørum í fríari kapping.


Frits Olsen, formaður í

Klaksvíkar Útróðrarfelag