Bjørn Kalsø biður um umbering

– Eg kann bara beklaga. Hetta var ikki gott nokk, vit mugu taka okkum aðrar partar fyri.

– Eg kann bara beklaga. Hetta var ikki gott nokk, vit mugu taka okkum aðrar partar fyri.

 

Tað segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, eftir at Mentamálaráðið í morgin mátti avlýsa landsroydnina hjá teimum 1.400 næmingunum í 4. og 6. flokki kring landið, sum byrjaði í morgun, og sum skuldi halda fram í morgin og mikudagin.

 

Spurdu hví tey í Mentamálaráðnum ikki hava lurtað eftir ávaringunum, sigur landsstýrismaðurin, at ráðgevarar hansara høvdi sagt, at tað fór at bera til at gjøgnumføra talgildu landsroyndirnar, tá allir næmingarnir ikki vóru inni í skipanini í senn. Skúlarnir vórðu býttri sundur soleiðis, at um 350 næmingar vóru inni í skipanini í senn.

 

Men tá tey fyrstu vóru til roynd í morgun krassjaði skipanin. Tá næmingar vóru til fyrstu royndina í morgun, sum skuldi taka trý korter, var longu galið. Skipanin virkaði ikki, og tá næmingarnir høvdu sitið til royndina í ein tíma og eitt korter, komu boðini um, at landsroyndin var avlýst. Men hóast summir næmingar hava fingið boð um, at eingin landsroynd verður hetta skúlaárið, so hevur landsstýrismaðurin ikki tikið støðu til tann spurningin enn.

 

Hoyrið samrøðu við Bjørn Kalsø, landsstýrismann í mentamálum, við at trýsta á pílin undir myndini.