Seinastu dagarnar hevur Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, verið í New York á ST-aðalfundi umboðandi løgtingið.
Á hvørjum ári sendi Løgtingið tvey umboð upp á skift á ST-aðalfundin. Tá tingfólk eru burtur soleiðis í arbeiðsørindum, so plaga tey at hava faroyvi úr frá tingarbeiðinum soleiðis, at næsta fólk á listanum tekur sæti á tingi.
Næsta fólk á listanum hjá Tjóðveldi er Petur Háberg við 137 atkvøðum. Tey fýra, sum frammanundan eru varafólk hjá Tjóðveldi fyri tey trý landsstýrisfólkini og fólkatingsmannin eru:
- Bjørt Samuelsen 361 atkvøður
- Óluva Elin Klettskarð 333 atkvøður
- Pauli Trond Petersen 218 atkvøður
- Ingolf S. Olsen 154 atkvøður
Og varafólk hjá teimum er Petur Háberg við 137 atkvøðum.
Men Bjørt Samuelsen hevur ikki tikið farloyvi úr Løgtinginum.
– Orsøkin til, at eg ikki eri farin í farloyvi er, at einans ein framløgufundur skuldi vera mikudagin. Reglurnar eru soleiðis, at tú skalt vera í minsta lagið eina heila viku í farloyvi - ber altso ikki til at taka ein dag, ella báðar tveir, sigur hon.
Bjørt Samuelsen vísir á, at hon so avgjørt ætlaði sær at vera við til fíggjarlógarviðgerðina.
– Og eg vildi fegin sleppa aftur beint til arbeiðis at viðgerða fíggjarlógina – sum eg væntaði bleiv týsdagin, men altso ikki verður fyrr enn mikudagin, sigur hon.
– Eitt annað er, at Løgtingið skal gjalda dupulta løn, fara tingfólk í farloyvi í arbeiðsørindum. Vildi nokk ikki verið røtt nýtsla av skattapengunum, at Løgtingið skuldi gjalda eina heila vikuløn eyka fyri ein fund, sum vardi fáar minuttir, sigur Bjørt Samuelsen, sum verður aftur á tingi mikudagin, tá løgtingið fer undir fyrstu viðgerð av løgingsfíggjarlógini fyri komandi ár.