Í bláa stólinum: Oddvá Nattestad

Oddvá Nattestad,
leiðari í sjónleikarhúsinum,
58 ár
Lýs teg sjálvan við trimum orðum:
Impulsiv, spent, forvitin.

Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Tað man fara at bera til.
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Eygunum og hondunum.

Hvat er tað fyrsta tú gert um morgunin?
Liggi vakin í einar 5 minuttir og hugsi um, hvussu dagurin man fara at arta seg, síðani út í køkin at seta ketilin útá...

Hvat stressar teg?
Tá ið eg ikki fái gjørt dagsins gerning til lítar.

Hvat gleðir teg?
Nógv – allarmest míni kæru ommubørn, annars tá ið tað gongst øðrum væl, - góðar upplivingar.

Nær feldi tú seinast eitt tár?
Í august, tá ið eg varð uppkallað...

Hvat var seinasta ynski, sum tú fekst uppfylt?
Tá premieran var av leikinum um Piaf , og alt gekk væl.

Hvar arbeiðir tú?
Í Sjónleikarhúsinum.

Hví valdi tú at arbeiða í Sjónleikarhúsinum?
Mær dámar væl at gera góðar karmar um listarligt arbeiði. Eg havi verið knýtt at húsinum síðani mitt í sjeytiárunum, og eftir fleiri áheitanum søkti eg starvið, sum eg fekk og byrjaði í í august mánaði.

Hvat lag er heimsins besta?
When I am sixty four hjá the Beatles.

Hvat er besta uppfinningin og hví?
Vaskimaskinan, tí eg hevði ikki havt stundir at staðið við vaskibretti í hesum døgum…

Hvat hevur tú í lummunum beint nú?
Varrastift, lyklar og ein penn

Hvat er títt besta heimaráð?
Set alt á blot í køldum vatni.

Hvør er keðiligast í Føroyum og hví?
Tað veit eg ikki.

Hvussu ofta speglar tú tær?
Tá ið eg greiði mær, og so minst eina ferð um dagin. Tvær ferðir, um eg skal í býin um kvøldið…

Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
6-8 ferðir um árið.

Hvar ert tú um 10 ár?
Helt eg fór at verða í Kaldbak – men nú verður tað kanska í húsum mínum í Gøtu, har eg vónandi fari at binda frið.

Hvør er tín stuttligasta uppliving innan títt arbeiði?
Eitt kvøldið vit spældu sjónleik, fór ljósið mitt í spælinum. Myrtk gjørdist í salinum og á pallinum, og alt steðgaði upp. Tá tók ein áskoðari í at syngja sangin ”Ljós yvir landið”, øll tóku undir við sanginum, og júst tá kom ljósið aftur. Øll fóru at flenna – framførslan gjørdist avbera góð hetta kvøldið.