Blómur ? til eitt og hvørt endamál

? Tá fólk koma á gátt hjá okkum og skulu brúka blómur, siga tey altíð, hvat tað er tey skulu brúka blómurnar til, sigur Karina Joensen, sum eigur og rekur Summardáan í Klaksvík

At geva blómur er nakað, sum gongur langt aftur í tíðina. Løgið er tað, hóast alt. Líkamikið, hvat er hent, so eru blómur altíð nakað, ið er ein hóskandi gáva. Eitt hóskandi tekin um, at nú velur onkur at gleðast við tær ella at nú syrgja tey við tær.
Blómur vekja ymsar kenslur í fólki. Tá talan er um eina brúðarvígslu, eru blómur nakað, ið súmbolisera kærleika. Blómandi kærleikan millum tvey, ið nú hava valt at gerast eitt. Um vit so hugsa um eina jarðarferð, so eru blómur tað givið verður fyri at vísa samkenslu. Og fáa blómurnar eina heilt aðra virkan enn tær fáa um tú hevði givið tær í samband við eina vígslu. Til eina jarðarferð verða blómurnar meira syrgnar. Tær vísa, at her er nakað, sum einaferð var lív, farið.
Tilvitað
Blómuhandlar hava mestsum altíð nóg mikið at gera. Vit hava verið ein túr í Summardáanum í Klaksvík og fingið okkum eitt prát um blómur og blómugeving.
? Tá fólk koma á gátt hjá okkum og skulu brúka blómur, siga tey altíð, hvat tað er tey skulu brúka blómurnar til, sigur Karina Joensen, sum eigur og rekur Summardáan.
Og tá fólk fortelja, hvat blómurnar skulu nýtast til, so er altíð lætt at finna eina passaliga bukett, krans, urtapott ella hvat tað skal vera.
? Fólk eru ógvuliga tilvitað um, hvat tey skulu keypa. Tá fólk til dømis skulu keypa ein krans, so siga tey flestu, hvat tað er, tey vilja hava, greiðir Karina frá.
? Tað er onki ávíst blómuslag, ið verður nýtt til tey ymsu høvini. Allar blómur verða nýttar til alt. Tað verið seg kransar, bukettir og so víðari.
Fyrr var tað mest nelikar og krysantimum, sum varð brúkt. Hetta komst av, at hetta eru blómurnar, ið halda sær best og longst. Men nú tá ein fær blómur regluliga, so er hetta ikki nakar trupulleiki.
Eisini eru tað nógvir dreingir, ið koma innar í Summardáan at keypa unnustuni blómur. Fyri tað mesta er tað rósur, ið verða keyptar. Hetta heldur Karina kemst av, at rósur verða settar í samband við kærleika.
Men tá blómur verða keyptar til eina jarðarferð, sigur Karina, at hetta er heilt vist fyri at vísa samkenslu.
? Tá ein er til eina jarðarferð er alt so keðiligt og syrgiligt, og tá er tað eisini deiligt at hava okkurt vakurt at hyggja eftir ? sum eitt nú blómur.
Blómur ávirka fólk á ein heilt serligan hátt. Øll verða glað tá tey fáa blómur.
? Blómur eru frískar og vakrar, og ein verður bara glaður tá tú fært blómur, sigur Karina Joensen at enda.