Ein danskur gengranskari hevur funnið prógv fyri, at øll menniskju við bláðum eygum hava sama forfaðir Brún eygu er annars upprunaligi eygnaliturin hjá menniskjum, og fólk flest kring knøttin hava eisini brún eygu. Men Hans Eigberg á Panum Instituttet í Keypmannahavn hevur funnið út av, at eitt útbregði (mutation) í DNA?num hjá bláoygdum forðar fyri framleiðsluni av brúna litevninum melanin, sum er orsøk til tey brúnu eyguni. Hesi tíðindi ber Jyllands-Postem og í vikuni verður uppdagingin kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Human Genetics.