Norska blaðið Verdens Gang heldur, at Jens Stoltenberg, forsætisráðharri, eigur at leggja frá sær, nú 22. juli-kanningarnevndin hevur lagt sína sera stfinningarsomu frágreiðing fram.
Nevndin skrivar millum annað, at bumbuatsóknin at stjórnarbygningunum í Oslo kundi verið fyribyrgd, og at løgreglan kundi havt steðgað Anders Behring Breivik nógv fyrr, enn gjørt varð.
Jens Stoltenberg hevur fyrr sagt, at hann átekur sær ábyrgdina av avleiðingunum av 22. juli, men hann hevur eisini sagt, at síðani tann 22. juli í fjør hevur hann ongantíð hugsað um at leggja frá sær.