Blachman at síggja á DR2

Tað sær út til, at Blachman verður at síggja javnan á DR2, tá ið rásin broytir skap í vár.

 

Skalluti dómarin boðaði annars frá í samband við X-Factor í ár, at hann takkaði fyri seg, og fór ikki at vera at síggja aftur á X-Factor skíggjanum. Men hann broytti hugsan, og er nú kortini X-Factor dómari saman við Anne Linnet og Ida Core.

 

Tað hevur leingið verið gitt um hvat Blachman skal gera fyri DR framyvir, tí hann segði sjálvur tá ið hann takkaði fyri seg í X-Factir í ár, at hann fór at halda fram í sjónvarpsheiminum - tó vildi hann ikki siga júst hvat hann hevði ætlanir um.

 

Men nú váttar Torben Kloster frá DR Kommunikation og Presse fyri BT.dk, at ein nýggj sendirøð við seks sendingum er ávegis á DR2, og har skal Blachman verða vertur.

 

Júst hvør sending talan er um, vil Torben Kloster ikki upplýsa.