Tann altíð so kritiski dómarin í X-Factor, Thomas Blachman, sigur, at bólkarnir og tey yvir 25 ár eru ræðulig, og hann ynskir sær alt annað, enn at vera vegleiðari hjá teimum.
Tað er ein sannroynd, at X-Factor tey seinastu árini hevur havt trupult við at finna góðar bólkar og góðar luttakarar yvir 25 ár. Soleiðis er aftur í ár, og tað finst Thomas Blachman í dag at.
Fleiri luttakarar fóru víðari frá audtion til boot camp, og tað heldur skalluti dómari tó vera frálíkt, tí tað er týdningarmikið at hava okkurt at velja í, sigur hann við heimasíðuna hjá DR.
Blachman førir eisini fram, at ungu luttakararnir í ár eru sera væl fyri, og tí vónar hann, at hann sleppur at vera vegleiðari hjá teimum ígjøgnum sendingina.
- Hinar báðar kategoriirnar eru ræðuligar. Bólkarnir og tey gomlu eru ikki góð í ár. Tað verður eisini ræðuligt hjá tí persóni, sum skal vera dómari hjá teimum, sigur Blachman við dr.dk.