-Blachman er so upptikin av sær sjálvum, at hann er til at koyra í skrellispannina. Í heila tikið er X-Factor eitt ólekkurt freakshow, sum snýr seg um at flenna eftir teimum veikastu, og um dómarar, sum yvirmeta seg sjálvan.
Hetta sigur filmsframleiðarin Regner Grastens við eb.dk, nú hann vísir sína ónøgd við best umtóktu sendingina í Danmark, sum eisini hevur øgiliga undirtøku í Føroyum.
Eisini føroyingar hava víst sína ónøgd við sendingina. Steintór Rasmussen segði fyri stuttum við Sosialin, at sendingin er við til at fremja happing.
Men eins og í Danmark eru føroyingar glaðir fyri X-Factor, sum nærum hvørt ár hevur onkran føroyskan luttakara við.
Grasten er tó sannførdur um, at sendingin er til skaða fyri samfelagið.
-Allastaðni í samfelagnum í skúlum og á arbeiðsplássum verður nógv gjørt fyri at steðga happing. Men í X-Factor verður happing góðtikið av dómarum og hyggjarum og Blachman stendur á odda fyri hesum. Og tað haldi eg er trupult fyri DR, sigur Regner Grasten við eb.dk.
Filmsframleiðarin slær fast, at honum dámar betri Voice sendingina hjá Tv2.
Hansara grundgeving fyri hetta er, at í Voice snýr tað seg í veruleikanum um sangtalentir, og ikki um dómarar.