Blachman: Føroyingar atkvøða bara fyri sínum egnu

- DR má steðga atkvøðum úr Føroyum, tá ið X-Factor er á skránni. Hasir national patriotarnir atkvøða bara fyri sínum egnu, sigur Blachman, sum gevur føroyingum og Pernille skyldina fyri, at Sveinur er í finaluni og ikki Morten Benjamin.

 

Blachman er ikki sørt vónsvikin av, at Sveinur endaði í finaluni, og ikki Morten Benjamin, sum varð sendur til hús í gjár.

 

Hann sigur við EB, at DR má stongja fyri føroyskum atkvøðum, tá ið X-Factor er á skránni, tí at føroyingar einans atkvøða fyri sínum egnu. Hann heldur tað vera ein skandala, at Morten Benjamin varð sendur til hús.

 

- Hvussu kann Sveinur koma framum Morten Benjamin, spyr Blachman, sum eisini slær hart niður á Pernille Rosendahl.

 

Hann vísir á, at Linda Andrews vann eisini X-Factor á sinni, og tað var eisini heilt “svart”, sum hann málber seg.

 

- Pernille hevur eisini ábyrgdina av, at Morten Benjamin reyk úr. Eg eri vónbrotin vegna hyggjararnar, sigur hann við BT.

 

Tú kanst síggja samrøðuna, sum Ekstra Blaðið gjørdi við Blachman her:

 

ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1727397.ece