Fríggjakvøldið segði Blachman við danskar miðlar, at hann umhugsaði at rýma úr X-Factor. Nú sigur skalluti dómarin, at hann fer ongan veg fyrr enn hann verður tveittur út.
Blachman er ein maður, sum hevur nógvar tankar í sínum skalluta høvdi, og onkuntíð gongur tað ov skjótt fyri seg. Fríggjakvøldið segði hann við danskar miðlar, at hann fór at rýma úr X-Factor skjótast gjørligt. Hann segði, at hevði hann fingið
sína løn, so var hann rýmdur.
Men í dag er støðan ein onnur.
-Tað koma altíð fleiri hugsanir inn í mítt høvdið. Tankin um at rýma úr X-Factor var einans ein tanki. Um eg rýmdi nú, so høvdu fólk misskilt meg. Tey høvdu hugsað, at nú vildi hasin
idioturin aftur dramatisera støðuna, sigur hann við eb.dk.
Blachman sigur, at hann einans livur fyri tónleikinum, og tí verður hann verandi í X-Factor, inntil hann verður tveittur úr.