Fyrr í vikuni skrivaðu vit á In.fo, at tað ikki er óhugsandi, at stóri hvíthávurin kann fara at flyta seg norður til okkara leiðir so hvørt, sum veðurlag og havumhvørvið broytast. Tað eru keldur út í heimi, sum hava fylgt hvíthávi við merking, sum siga, at hávurin kann fara at flyta seg norður gjøgnum Atlantarhavið.
Tað eru longu onnur hávasløg í føroyskum sjógvi, og soleiðis hevur helst verið allar tíðir. Men, tað eru eisini stór hávasløg, sum kunnu finnast um okkara leiðir. Ein skipari í Klaksvík, Hjaltur Poulsen, sum í fleiri ár átti og førdi frystilínuskipið Ågot, viðmerkir greinina, vit fyrr í vikuni høvdu á In.fo um hvíthávin.
Ein norskur havlívfrøðingur, sum er við í felagsskapi, ið skal verja hvíthávin, sigur í greinini, vit høvdu fyrr í vikuni, at hóast eini 50 til 100 fólk kring heimin verða álopin av hávi hvørt ár, so hevur hávur ikki menniskju á sínari "menu" - ella matarskrá. Um so var, høvdu nógv fleiri álop verið av hávi gjøgnum eitt ár.
Men, her sigur skiparin, Hjaltur Poulsen, soleiðis, tá hann viðmerkir nevndu grein:
- Jú, hvíthávur er vandamikil, og tað er bláhávur eisini. Tá eg var skipari ä Víkingi í 1989, og vit settu hemaralínu á Føroyabanka, fingu vit 53 bláhávar. So, hesir vandamiklu hávar hava verið í okkara sjóøki í nógv ár, staðfestir Hjaltur Poulsen.
Á snar.fo lesa vit, at bláhávur er allastaðni í teimum heitu og flógvu høvunum - norður til Føroya, langt úr landi í Íslandi og í ein útsynning úr Noregi. Hann er sjáldan undir Føroyum, men sæst tó av og á. Bláhávur er rættiliga vanligur um summarið tætt sunnan fyri føroyska 200-fjórðingamarkið.
Lagt verður aftrat, at bláhávur er sjáldan størri enn fýra metrar, "... men onkur sigur, at hann kann gerast upp í 5-6 metrar...." Bláhávur er uppsjóvarfiskur, sum livir úr vatnskorpuni og niður á 350 metra dýpi. Hann er vanligur á opnum havi, men onkuntíð er hann inni við land.
- Bláhávur sigst kunna leggja eftir fólki, ið svimur og hevur á norskum og íslendskum navn av tí sama - á íslendskum "Bláháfur - Mannæti" og á norskum "Blåhai - Menneskeeterhai...", veit snar.fo at siga um hetta hávaslag.