Blái Krossur hevur eina útrætta hond

­ Vit vilja gjarna vísa fólki, at Blái Krossur hevur eina útrætta hond, og at tað ber til at venda seg til okkara, sigur Sverri Kass, formaður í Bláa Kross Ungdómi

Blái Krossur Føroya hevur eisini nakað at bjóða fólki á Skálafjarðastevnuni. Leygardagin fara teir at hava ein lastvogn standandi á tivoliøkinum, og við einum ísvogni fara teir at koyra runt millum fólkið.

­ Í tivoliøkinum hava vit eitt bókaborð við ymiskum tilfari um rúsdrekka og rúsevni. Okkurt av tilfarinum er eisini ókeypis. Fólk, sum hava hug at steðga til ein kaffimunn og køkur, fáa eisini høvið til tað.

­ Í ár hava vit fingið ein lastvogn at vera í. Vit meta, at hann skuldi verið nógv betri enn bussurin, vit høvdu í fjør.

Blái Krossur luttók fyrstu ferð á stevnum í fjør. Sverri var væl nøgdur við tey tiltøkini. Men eins og í fjør verður tað á Ólavsøku, at mest verður gjørt burturúr.


Selja ís

­ Vit vilja sjálvandi eisini vera millum stevnufólkið. Tí fara vit eisini at koyra runt millum fólki við einum ísvogni og selja ís.

Sverri Kass sigur, at teir ikki hava eitt vinnuligt endamál við stevnuni.

­ Vit vilja hinvegin gjarna vísa fólki, at tað eru nøkur, sum brýggja seg um tey, samstundis sum vit vísa, at vit eru ein útrætt hond. Tað eru jú als ikki øll, sum vita, at Blái Krossur er til. Hvussu skulu tey so søkja hjálp hjá okkum, um tey hava brúk fyri tí, sigur Sverri Kass.