Blair mundi skotið ferðamannaflogfar niður

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Tony Blair skrivar í sínum endurminningum, sum komu út í vikuni, at tað var um reppið, at hann gav flogvápninum boð um at skjóta eitt ferðamannaflogfar niður.

Flogfarið var á veg ímóti London, men tað svaraði ikki, at bretska eftirlitið rópti á tað. Flogvápnið fyrireikaði seg til eitt møguligt yvirgangsálop á London og kom til ta niðurstøðu, at rættast var at skjóta flogfarið niður, áðrenn tað kom inn yvir býin.

Herleiðslan hugsaði sum so, at tey, sum vóru í flogfarinum, doyðu kortini, um yvirgangsmenn høvdu tikið ræðið á tí og fóru at renna tað inn í onkran bygning. Men flogvápnið kundi ikki taka eitt tílíkt stig uttan góðkenning frá landsins leiðara, Tony Blair.

Í bókini skrivar Blair, at hann bað flogvápnið senda jagaraflogfør ímóti ferðamannaflogfarinum, og at tey skuldu vera til reiðar at leypa á. Í fleiri minuttir sat hann í telefonini og tosaði við ovastu leiðsluna í flogvápninum. Men hann valdi at bíða sum longst, og brádliga komu boð um, at eftirlitið hevði fingið samband við flogfrarið.

-Tað vísti seg, at flogfarið hevði havt eitt tekniskt brek. Eg mátti seta meg og takka Guði, skrivar Blair í endurminningunum.