Blaka tosk í havið aftur

Svøríki: Sum skilst, er svenska toskakvotan í Skagerak uppfiskað. Tí hava svenskir fiskiveiðimyndugleikar sett bann fyri veiði og landing av toski úr hesum øki.

Trupulleikin hjá svensku fiskimonnunum, sum veiða á hesum leiðum, er, at teir kunnu ikki umgangast at fáa tosk sum hjáveiði uppi í aðrari veiði.

Úrslitið er, at teir noyðast at blaka toskin útaftur – og í flestu førum kann roknast við, at fiskurin tá longu er deyður.

Hetta er munurin á føroysku skipanini við fiskidøgum og skipanini við kvotum, sum eitt nú sviar brúka.

Og kanska er tað júst hesin munur sum ger, at føroyska dagaskipanin ofta verður havd á máli í øðrum londum.