Italski integrasjónsráðharrin Cecile Kyenge hevur aftur verið fyri rasistiskum álopi. Hesaferð blakaði onkur bananir eftir henni, meðan hon helt talu fríggjadagin á fundi á Cervia. Hetta skriva fleiri altjóða fjølmiðlar.
Cecile Kyenge svaraði álopinum við speii og helt tað vera at spilla mat burtur.
Men onnur eru í øðini um álopið. Sosialu miðlarnir floyma yvir av óðum fólkum, og bæði ráðharrar og aðrir poliltiskir leiðarar fóru á Twitter við vreiði síni og vístu Kyenge stuðul.
Italski umhvørvisverndarráðharrin Andrea Orlando lýsti harm sín um ólátaðu gerðina, og Nunzia De Girolamo landbúnaðarráðharri segði, at Kyenge vísir, at speiskni er besta vápnið móti býttleika og harðskapi.
Fleiri rasistisk álop
Cecile Kyenge, sum hevur búð nógv ár í Italia, er ættað úr Kongo. Hon hevur verið fyri fleiri rasistiskum álopum, eftir at hon gjørdist ráðharri. Tað ringasta var, tá flokkurin Lega Nord, sum er ímóti útlendsku innflytarunum, samanbar hana við eina orangutang.
Í øðrum føri settu viðhaldsfólk hjá høgraflokkinum Forza Nova blóðdálkaðar handilsdukkur upp at mótmæla uppskotið hjá Kyenge um at gera tað lættari fyri børn fødd í Italia við útlendskum foreldrum at gerast italskir ríkisborgarar.
Hóast minni tespiligur upplivingarnar heldur Cecile Kyenge fast við, at hon er errin av at vera italiabúgvi, skrivar VG.
- Eg haldi ikki, at trupulleikin er hjá mær. Onkur er harúti, sum ikki er glaður, og sum vísir sína ónøgd. Mítt arbeiði er at lurta eftir hesi misnøgdini, greiðir hon tí norska VG frá.
Ikki drúgvar royndir sum innflytaraland
Italia, sum í mong ár var plágað av fráflytingum, hevur ikki drúgvar royndir av tilflytingum.
Milliónir av italiabúgvum rýmdu í síni tíð undan fátækradøminum og leitaðu sær betri lív í USA, Latínamerika og Norurevropa. Bara seinastu 20 árini hevur landið tikið ímóti stórum hópum av tilflytarum, serliga úr Afrika.
(Mynd: AP)