"Ávegis" eitur tann fyrsta fløgan hjá vága-bólkinum "Blátt Gras", sum ferðast innan sjangrurnar bluegrass, americana og southern gospel. Limirnir í bólkinum vóru fyrr í ár í Nashville í USA og tóku upp, og seinast í november verður nýggja fløgan at fáa í sølubúðunum.
Hóskvøldið, 27. november hevur bólkurin útgávukonsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Fríggjakvøldið 28. november í missiónshúsinum "Libanon" í Sørvági, og sunnukvøldið 30. november í "Kelduni" í Skálabotni. Tað verður ókeypis at sleppa til útgávukonsertirnar í Libanon og í Kelduni.
In.fo/Rás2 møtti í dag tveimum av limunum í "Blátt Gras", Johan Mikkelsen og Ragnari Joensen til eitt prát um nýggju fløguna, og um upprunan til bólkin, sum hevur eina serliga søgu.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið, sum in.fo/Rás2 hevði við Johan Mikkelsen og Ragnar Joensen. Fremst og aftast í ljóðfíluni hoyrast tvey stutt brot av tveimum sangum, sum verða við á tí nýggju fløguni.