TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jógvan Òla Kristiansen frá fjepparafelagnum hjá Víkingi, Ultras í sendingini "Gullradio" á Rás2
Jógvan Óli Kristiansen og hini í Ultras hava ikki eina fasta nevnd, men tey hava ein facebookbólk, har tey kalla fólk saman, tá tað er neyðugt at stuðla Víkingi í teimum avgerandi dystunum.
Jógvan Óli Kristiansen trúði, sum so mangur annar, at FM-vónin var deyð og jarðað, tá KÍ vann 2-1 á Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu í 23. umfari. Somikið ovurfegin er hann um, at Víkingur kom afturíaftur og vann FM-gullið.
Hann er serliga glaður og stoltur um løtuna, tá liðskiparin, Atli Gregersen lat synirnar hjá Ólavi Olsen, sála, Jákup og Magnus taka ímóti FM-steypinum á Argjum.
Jógvan Óli Kristiansen leggur dent á, at tey í Ultras blíva við at stuðla og trumma fyri Víkingi, eisini í mótgongd, og tá liðið er aftanfyri í einum dysti.