Blokadan ímóti Vágatunlinum stendur við

?Tað einasta, vit vilja tryggja okkum er, at alt er farið rætt fram, sigur formaðurin í Føroya Handverksmeistarafelag

?Blokadan hjá Føroya Handverksmeistarafelag ímóti Vágatunlinum stendur við.

Og vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, sigur, at fyribils er støðan óbroytt.

Hann sigur, at tað einsta, sum Føroya Handverksmeistarafelag vil tryggja sær, er at tað er rætt farið fram í hesum máli.

? Og tað hava vit enn ikki fingu vissu fyri.

Hann sigur, at fyri eini viku síðani bað Meistarafelagið um fund við P/F Vágatunlinum, men enn hevur felagið ikki svarað aftur.

Tí hevur P/F Vágatunnilin nú fingið rykkjara.

Á tí fundinum vil Føroya Handverksmeistarafelag hava at vita, hvussu Vágatunnilin er komin til ta niðurstøðu, at tað, samanumtikið, er til størsta frama fyri byggiharran at J&K Petersen fær arbeiðið at gera vegirnar í sambandi við undirsjóvaruttunilin, hóast tað byggifelagið ikki hevur lægsta tilboðið á pappírinum.

Sí annars frágreiðing frá P/F Vágatunlinum aðrastaðni í blaðnum.

? Vit vilja bara tryggja okkum, at spælireglarnar eru hildnar, so er tann søgan úti, hvat okkum viðvíkur, sigur Vilhelm M. Johannesen.

? Og støðan er tann, at limir okkara fáa boð, tá ið teir aftur kunnu taka samráðingar upp við P/F Vágatunnilin.

Hann leggur afturat, at tey boðini koma ikki, fyrrenn fundurin hevur verið við leiðsluna í P/F Vágatunnilin.

Tá ið arbeiði verða boðin út í innbodnari lisitatión, verða so ikki feløgini, sum verða boðin uppí lisitatiónina, góðkend frammanundan?

? Tað má ein ganga út frá. ? Alt annað er eitt sindur undarligt og kann skjótt koma undir arging.

Eitt nú hevur P/F Vágatunlinum heft seg við, at Byggitek er í veikara lagi fíggjarliga.

Plaga byggiharrar at kanna slík viðurskifti, áðrenn feløg verða boðin uppí eina innbodna lisitatión?

?Eg havi ongantíð hoyrt um, at tað ikki verður kannað áðrenn, sigur Vilhelm M. Johannesen.tit eru tiknir á bóli.


Vágur 06.06.2000

Johan Dahll brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen