Á fyrstu síðu í samgonguskjalinum stendur soleiðis:
»Samráðingar verða við donsku stjórnina um at dagføra ríkisveitingina til dagsvirði. Av hesum og komandi árligu økingini av ríkisveitingini verða 15% av vanligu meirinntøkum landskassans mótroknaðar í økingini.«
Meirinntøkur landskassans (konto 61 í fíggjarætlanini hjá Fíggjarmálaráðnum, »Skattur og avgjøld«) frá játtan í 2011 til fíggjarætlan 2012 er 123 millónir krónur. 15 prosent av hesum er 15,9 milliónir krónur.
Fyri at fáa fult gagn av hesum sløku níggju milliónunum, sum danir hava lovað løgmanni, so skal landskassin ongan inntøkuvøkstur hava – og fer vøksturin upp um 60 milliónir krónur, so eru allar hesar níggju milliónirnar burtur.
Tað er púra greitt, at talan verður ikki um at hækka blokkstuðulin við øðrum, enn prístalsviðgerð framyvir – hetta var breið semja um í Fólkatinginum.
Spurningurin er so, um løgmaður bluffar. Ella um løgmaður ikki veit betur. Ella um løgmaður heldur, at Fólkaflokkurin hevur gloymt samgonguskjalið og soleiðis ætlar at lumpa Fólkaflokkin. (Tað er kortini lítið hugsandi, tí tað plagar at vera Fólkaflokkuroin sum lumpar løgmann)
Í øllum førum er tað brot á samgonguskjalið at taka ímóti hesum nýggju níggju milliónum krónum dana.