Blokkstuðulin til Grønlands skal markast til endamálini

Vinstriflokkurin í Danmark heldur, at reglurnar við blokkstuðlinum eiga at verða broyttar, so pengarnir verða markaðir til tey ávísu endamálini.

Fær fíggjarpolitiski framsøgumaðurin hjá danska Vinstraflokkinum undirtøku fyri sínum sjónarmiði, skal grønlendska heimastýrið ikki longur gera av, hvussu blokkstuðulin úr ríkiskassanum skal nýtast.
Kristian Jensen sigur, at hann ætlar sær ikki at spara pengar í Danmark uttan at geva sær far um, hvussu grønlendingar nýta tær 2,9 milliardir krónurnar, sum teir fáa í blokkstuðuli. Fyri at forða fyri, at pengarnir verða misnýttir, mælir hann til, at pengarnir verða markaðir til ávís endamál í framtíðini.
Augusta Salling, sum var grønlendskur landsstýrismaður í fíggjarmálum seinasta valskeið, sigur, at hon hevur einki ímóti at tosa við danskar politikarar um málið, men hon leggur afturat, at vil danska stjórnin hava rætt til at raðfesta politisku uppgávurnar hjá grønlendska heimastýrinum, fer tað at skaða viðurskiftini millum londini.