Blóma við variatiónum

Plakatin til 14. jazzfestivalin hevur eina djúpari meining enn bara at vísa eina blómu. Hon symboliserar jazzin sum er bygdur á variatiónir yvir nakað, sum er frammanundan

Tað er svenski grafikarin Mats-Åke Forsberg, sum hevur gjørt plakatina til 14. jazzfestivalin, sum verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 15. til 18 oktober.

Hetta er fyrstu fer, ein svii ger plakatina, og honhevur fingið nógv rós í Svøríki sigur Peter Turtschaninov, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Plakatin ímyndar eina kreativa blómu, eins og jazzurin er kreativur tónleikur.

Peter Turtschaninov, stjóri í Norðurlandahúsinum, sigur, at festivalurin í ár er fluttur í mun til onnur ár. Í staðin fyri at liggja í august mánaða, verður hann í ár í oktober.

Peter Turtschaninov sigur, at tað er av ymsum orsøkum, at so er.

Í fjør gekk ikki nóg væl fíggjarliga. Tað vóna tey so at fáa rættað upp á í ár. Sjálvandi við, at nógv fólk koma til konsertirnar.

Og har er nakað at koma til, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum. Tað eru tung nøvn, sum fingin eru at luttaka hesaferð.

Nevnast kunnu finska jazzorkestrið »EQ«, sum er í heimsklassa. Hanne Boel, Anne Linned og Etta Cameron. Alt nøvn, sum avgjørt áttu at fingið fólk at komið, sigur hann.

At festivalurin er fluttur til okober, hevur eisini gjørt, at onkur av hesum er komin við. Tað er soleiðis, sigur Peter Turtschaninov, stjóri í Norðurlandahúsinum, at august er feriumánaði hjá stjørnunum. Til dømis hevur fleiri ferðir verið roynt at fáa Hanne Boel at luttaka, men hon hevur altíð borið seg undan, tá hon frætti, at tað skuldi vera í august. Men í ár var í lagi, nú festivalurin er lagdur í oktober.

Tað er Brandur Øssursson, sum er primus mortor í jazzfestivalunum. Og uttan Brand, eingin festivalur, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum.

Men hinvegin leggur Norðurlandahúsið høli, fólk og útgerð til, so talan er um samstarv.

»Men so hava vit eisini fingið eina góða skrá,« sigur Peter Turtschaninov. »Talan er um fýra konsertir, sum tilsamans kosta tað sama sum ein í Ítróttarhøllini, so vit kunnu ikki siga, at tað er dýrt,« heldur hann.

Keypir tú atgongumerki til allar konsertirnar, er prísurin fyri allar konsertirnar 350 krónur. Eisini ber til hjá fýra fólkum at fara til eina konsert fyri hendan prísin.