Í nýggja filminum Blood Diamond fáa vit eina ógvusliga søgu um diamantar, ið verða kallaðir Blood Diamonds, tí teir verða brúktir til at keypa ólóglig vápn í fátækum londum í Afrika.
Tað er borgarakríggj í Sierra Leone í 1990'inum. Her byrjar søgan í filminum Blood Diamond, ið snýr seg um Danny Archer (Leonardo DiCaprio), ið er ein fyrrverandi leiguhermaður frá Zimbabwe og Solomon Vandy (Djimon Hounsou), ið er ein fiskimaður frá Mende-fólkunum.
Hesir eru báðir afrikanarar, men teirra lív eru sera ymisk. Teir møtast, tí teir vilja báðir finna ein ljósareyðan diamant, ið kann broyta teirra lív.
Modernaðir trælir
Solomon er endaður sum ein trælur, hann má arbeiða langt burtur frá konu síni og børnum. Ein dag finnur hann hendan serliga gimsteinin, ið hann krógvar nærhendis. Hann má arbeiða sum trælur fyri uppreistrarhermenn, hesir eru allir mordarar, og verður hann uppdagaður, so verður hann dripin. Hann veit eisini, at hesin steinurin er so virðismikil, at hann kann bjarga honum, konuni, døtrunum og soninum, so hesi ikki gerast flóttafólk ella barnahermenn.
Archer hin vegin livir av at selja vápn fyri hesar dýru steinar, ið hann smuglar úr landinum. Hann vil burtur frá harðliga lívinum sum vápnaseljari. Tá hann hoyrir um diamantin hjá Solomon, so vil hann gera alt fyri at fáa hendur á honum. Hesin steinurin er so dýrur og rárur, at eingin skal vænta at finna hann meiri enn einaferð í lívinum.
Archers roynir at fáa Solomon at trúgva honum, at hann vil hjálpa honum út úr landinum.
Idealisturin
Við eitt kemur ein kvinna upp í leikin. Maddy Bowen (Jennifer Connelly) er ein ung, idealistisk og vøkur amerikonsk blaðkvinna. Hon er í Sierra Leone fyri at avdúka teir ólógligu diamantarnir. Hennara ætlan er at avdúka tey sum selja diamantar á hendan hátt.
Í filminum hevur Leonardo DiCaprio (1974) høvuðsleiklutin. Hann tosar við einari aksent, fyri at líkjast einum leiguhermanni frá Afrika. Hetta eydnast ikki so væl haldi eg.
Seinast við sóu DiCaprio var í filminum The Aviator. Fyrstu ferð vit av álvara møttu hesum unga leikarinum var í filminum What´s Eating Gilbert Grape. Seinni sóu vit hann í Romeo + Juliet og í Titanic. Eitt meiri seriøst gjøgnumbrot kom við filminum Celebrity hjá Woody Allen.
Seinni hava bæði Catch Me If You Can, Gangs of New York og ikki minst The Departed, sligið hansara navn enn meiri fast.
Álvarsligt evni, men kanska heldur keðiligt
Evnið, ið filmurin viðgerð er álvarsligt. Umráðandi er at fáa fólk at hugsa um støðuna í Afrika, og at kríggj verða fíggjað av slíkum diamantum. Fólk skulu ikki bert hugsa um, hvussu liturin, skeringin, klárheitin og hvussu nógv karat ein diamantur er, men um hann er ósemjuraktur og tí ein blóð gimsteinur frá Afrika.
Tað eru nógvir filmar um hesa støðuna, m.a. dokumentarfilmar sum Cry Freetown & Return to Freetown, War Photographer, Shadow Company. Vert er eisini at nevna filmar sum Blood Diamond. Blood from a Stone, Innocents Lost.
Filmurin er gjørdur av leikstjóranum Edward Zwick. Hann er kendur fyri filmar sum Glory, Courage under Fire (1996), The Siege (1998) og seinast The Last Samurai (2004).
Eg hugsaði mangan, tá eg sá filmin Blood Diamond, um hann ikki hevði verið betur sum dokumentarfilmur, hann er tó meðalgóður. Kanska í so nógv rok fyri hendan ummælaran, dámi betur filmin Lord of War.
3 stjørur av 6.
---
FAKTA UM BLOOD DIAMOND
Leikandi:
Danny ArcherLeonardo DiCaprio
Maddy BowenJennifer Connelly
Solomon VandyDjimon Hounsou
SimmonsMichael Sheen
The ColonelArnold Vosloo
DiaKagiso Kuypers
Captain PoisonDavid Harewood
BenjaminBasil Wallace
M’edNtare Mwine
Leikstjóri Edward Zwick. 143 minuttir. Frumframførdur í Havnar Bio fríggjadagin 26 januar. 15 árs aldursmark.